Lava-maðurin punkteraði NSÍ

Lagið er í toppi hjá víkingunum, sum nú fara inn eftir Skálafjørðinum og um Gøtueiði.

NSÍ var annars á odda í á leið 75 minuttir, men trýstið frá Víkingi gjørdist ov stórt.

Niklas Niclasen við brotssparki og Erling Jacobsen koppaðu uppgerðini á høvdið innan tveir minuttir, og so staðfesti Andreas Lava Olsen sigurin, tá hann í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð endaði vakurt við kontra-álop við at senda bóltin í NSÍ-netið.

Sigurin ber við sær, at Víkingur nú hevur 21 stig og heldur fast í liðunum, sum stríðast um heiðursmerki. NSÍ er framvegis nummar tvey við 24 stigum. Men bæði HB og B36, sum eru næstu liðini, hava spælt ein dyst minni enn runavíkingarnir.