Klaksvík: Klaksvíkar Sjónleikarfelag heldur fram við venjingunum av leikinum Afturgongur, sum felagið ætlaði at frumsýna í mars mánaði.
Hollendski leikstjórin, sum stjórnaði leikinum, er farin heimaftur til Hollands, tí hon helt ikki, at samstarvið riggaði.
Men maður kemur í mans stað.
Ætlanin er nú, at Laura Joensen tekur yvir leiklutin sum leikstjóri, og venjingarnar, sum vóru komnar væl áleiðis, halda fram.
Eftir upprunaligu ætlanini skuldi leikurin frumsýnast hetta vikuskiftið, men tað verður sjálvandi av ongum. Frumsýningin verður um nakrar vikur.
Afturgongur er ein klassiskur leikur, sum Henrik Ibsen skrivaði seinast í 19. øld.