Harra Guð, Ingeborg átti man næstan at hava vænt seg við. Hvørja ferð hon er innblanda, skal verkfall lýsast. Helst nóg leingi til at allir fjølmiðlar hava víst hennara snýð væl og virðiliga. Eg kenni væl hesa sjúkuna, fjølmiðlagreði eitur hon. Eg líði sjálvur av henni. Stutt sagt, elskar man at síggja seg sjálvan í bløðum, hoyra seg í útvarpi, ella best av øllum, hoyra og síggja seg í sjónvarpi. Hetta gevur eitt sokallað rush, ein kensla sum er nokkso deilig.
Eg útlivi hesa greði, við at fara á pallin og rappa, og við at skræða meg um tað, sum eg havi á hjarta. Men Ingeborg hevur ein nógv meiri oyðileggjandi máta at útliva hesa greði. Hon legg-ur alt landið lamið, og skaðar samfelagsbúskapin ómetaliga nógv. Fyri hennara rush fær samfelagið sár, sum í síðsta enda raka tey veikastu í samfelagnum.
Nú eru tað kanska nøkur heilt fá har úti, sum hava latið seg lumpa av hesari skjótttosandi og nokkso freku madammuni, sum sigur seg arbeiða fyri verkamannin. Trúgv mær, hetta er ikki so. Um hon veruliga arbeiddi fyri verkamannin, so hevði hon ikki altíð lagt út við verkfalli, og krøvum, sum sjálvt hon má fata koyra landið á heysin. Hon hevði eisini hugsa um samfelagsligu fylgirnar av hesum verkføllum og tí avlagaða búskapi, sum hennara lønarkrøv hava við sær. Krøvini er vanvittig, og beinleiðis avleiðingarnar vera, at fólk verða søgd úr starvi fyri at fíggja lønarhækkanina. Síðan fara prísirnir á øllum tænastum og vørum upp.
Hetta verkfalli snýr seg um at nakrir fakfelagsbossar skulu føla seg týdning-armiklar og sleppa í fjølmiðlarnar. Einasta orsøk, til at bossarnar ikki ynskja at limirnir skulu atkvøða um semingsuppskotið, er at tey eru so smátt farin at ivast í, um liminir munnu vera so pillbýttir, sum tey hava bilt sær sjálvum inn.
Lat meg tryggja tykkum øllum, teir av tykkara limum, sum eg havi tosa við, eru ikki býttir. Teir vita líka væl sum restin av okkum, at tit ikki hugsa um teir, men um tykkum.
Hví Hans Joensen er lopin við í verkfallsbátin, er heldur ikki so ringt at skilja, maðurin bleiv valdur við einum nokkso teprum meiriluta, á einum ófantaligum og næstan hatskum fundi. Hann hevur brúk fyri at markera seg. Hann sær hvussu væl tað gongur hjá Ingeborg, hon sleppur í allar fjølmiðlar og vil tí sjálvandi eisini sleppa upp í part.
Vónandi hava liminir í verkamannafeløgunum gott minnið, og geva hesum fjølmiðla- og maktgræðu leiðarum durðafjórðingin næstu ferð væl er, tí Føroyar er eitt ov lítið land til at yvirliva slíkt landsfíggindaligt virksemið fleri ferð afturat.