Latið formannin stýra tingfundunum

Tað er ásett í Tingskipanini, at almenningurin skal kunna fylgja við øllum umrøðum á almennum løgtingsfundum, uttan at møta á tingfundi (§73 í Tingskipanini). Í dag er hetta møguligt umvegis internetið og partvíst umvegis Sjónvarp Føroya (uttanfyri vanliga senditíð). Á internetinum ber til at lurta eftir almennum løgtingsfundum beinleiðis og í varðveittum líki (í mp3 sniði).

Møguleikin fyri frítt at kunna fylgja við politiska orðaskiftinum í parlamentinum er av alstórum týdningi demokratii og fyri politisku luttøkuna. Flestu borgarar hava ikki møguleika fyri at møta á løgtingsfundum og enn minni er pláss fyri stórum áhoyraraskara í Løgtinginum. Tí er reglan í §73 í Tingskipanini ein sera týðandi áseting.
Í fyrsta lagi eigur ásetingin at tryggja, at veljarin frítt kann fylgja við í, hvat fólkavaldu umboðini siga og hvussu tey atkvøða í ymisku málunum, sum eru til viðgerðar. Bert á henda hátt hevur veljarin møguleika fyri at døma um, hvussu fólkavaldu umboðini umboða viðkomandi veljara ella ikki. Hetta er so aftur ein avgerandi fyritreyt fyri, at veljarin, á einum upplýstum grundarlagi, kann løna/revsa sitandi løgtingslimir á einum komandi løgtingsvali.
Í øðrum lagi hevur tað løgfrøðisligan og fyrisitingarligan týdning, at øll orðaskifti í Løgtinginum eru skjalfest. Ofta er trupult til fulnar at skilja upprunan til ítøkiliga lóggávu ella aðrar løgtingssamtyktir uttan at hoyra orðaskiftið um málið. Tað kann tí hava týdning, bæði í sambandi við fyrisiting av galdandi lógum og í sambandi við lógarfyrireikandi arbeiði, at atgongd er til skjalfest orðaskifti. Hetta kann vera t.d. vera í skrivligum teldutøkum líki ella í talgildari teldutøkari ljóðupptøku.
Trupulleikin er nú, at §73 verður ikki hildin. Orsøkin er ein upptøkuskipan, sum er stýrd av klokku og tískil ikki tekur atlit til, nær tinglimur talar. Skipanin virkar soleiðis, at tá tinglimur fær orðið, verður ein klokka sett í gongd, samstundis sum upptøkutøknin verður aktiverað. Tá formliga talutíðin hjá viðkomandi tinglimi er úti, slóknar upptøkutøknin sjálvvirkandi, við tí úrslitið, at áhoyrarar, sum ikki sita í tingsalinum, ikki longur hoyra hvat røðarin sigur.
Nú kemur tað javnan fyri, at røðara ikki eydnast at gera seg heilt lidnan uppá sekundið av ásettu talutíðini. Men tað leggur klokkurstýrda tøknin einki í. Hon kvettir av í somu løtu tíðin er úti, við tí úrslitið, at tað, sum røðarin sigur eftir hetta, bert hoyrist í tingsalinum. Hetta er ikki í samsvari við §73 í Tingskipanini, sum sigur: “Almenningurin skal, uttan at møta á tingfundi, kunna fylgja við øllum umrøðum á almennum løgtingsfundum.” (Mín skákstilling).
Avleiðingin av klokkustýrdu tøknini er, at fólk úti um landi, ikki fáa tað sama burturúr einum orðaskifti í tinginum, sum tey, sum møta á tingfundi fáa. Ein onnur avleiðing er, at ljóðupptøkurnar, sum verða varðveittar, eru ófullkomnar í síni endurgeving av orðaskiftunum, og harvið til avmarkaða nyttu fyri eftirtíðina.
Eg havi ilt við at skilja, at løgtingsformaðurin, soleiðis vil vilja hevur kasta uppgávuna, sum fundarstjóri á løgtingsfundum, frá sær. Uppgávan, sum fundarstjóri í einum parlamenti, eigur ikki fyrst og fremst at snúgva seg um at ansa eftir klokkuni. Uppgávan hjá fundarstjóranum – parlamentsformanninum – eigur at vera, at leiða orðaskiftið soleiðis, at tað verður so gevandi, konstruktivt og effektivt sum gjørligt. Uppgávan snýr seg tí m.a. um at ansa eftir, at orðaskiftið til eina og hvørja tíð snýr seg um tað mál, sum stendur á skrá., at orðaskiftið er siðiligt og at røðarar ikki fremja persónlig álop, hvørki á onnur tingfólk ella á fólk, sum ikki eru tingfólk. Og ikki minst snýr uppgávan seg um at taka dagar ímillum, nær røðari skal hava ½ minutt afturat vanligu talutíðini, fyri at sleppa at runda røðu sína av á virðiligan hátt.
Tað hevur verið ført fram, sum grundgeving fyri klokkustýringini, at tað er so trupult at fáa løgtingslimir at halda ásettu talutíðirnar. Hesa grundgeving havi eg trupult við at skilja. Í §70 í Tingskipanini er ásett, at løgtingsformaðurin kann taka orðið frá løgtingslimi, sum ikki aktar boð frá formanninum um, at talutíðin er úti, og noktað viðkomandi at fáa orðið aftur undir viðkomandi viðgerð. Hetta má sigast at vera eitt ógvuliga sterkt amboð fyri løgtingsformannin, um røðarar hava ilt við at halda ásettu talutíðina. Tað er bara at brúka tað.
Samanumtikið haldi eg tað tænir løgtinginum – og ikki minst løgtingsformanninum – til lítlan sóma, at løgtingsfundir vera stýrdir av eini automat. Harafturat er tað ørkymlandi fyri áhoyraran, at røður og viðmerkingar verða avkubbaðar fyrilitarleyst. Í ringasta føri ber hetta í sær, at orðaskifti gerst meiningsleyst fyri tann, sum ikki er til staðar í tingsalinum. Síðst, men ikki minst, er tað ein álvarsligur demokratiskur trupulleiki, at orðaskifti í tinginum ikki eru til skjals í fullfíggjaðum líki. Tí skal tað vera mín vón, at avvarðandi myndugleikar –Løgtingið og formansskapurin - sum skjótast, taka stig til at fáa hesi viðurskifti í rættlag.