Í AFS høpi eru Føroyar undir Danmark. Hetta vil siga, at um ein japanari hevur hug at fara til Danmarkar við AFS, so kann tað koma fyri, at hann verður sendur til Føroya ístaðin fyri. Men sum nakað heilt serligt, so ynskja tvær gentur næsta ár, at koma til Føroya. Hetta er ikki vanligt, og tí ynskir AFS veruliga at kunna bjóða teimum eitt ógloymandi uppihald, men ber hetta illa til, um ongar vertsfamiljur bjóða seg fram.
? Endamálið við at taka ein slíkan næming inn er, at tey skulu liva seg inn í samfelagið og familjuna, sigur Elisabeth Holm, formaður fyri AFS í Føroyum.
? Nógvar familjur halda, at tað er ógvuliga bindandi at fáa ein slíkan ungdóm í húsið, men soleiðis skal tað ikki uppfatast. Í veruleikanum, so er tað, ið krevst av familjuni, ikki stórt meira, enn at hon er opin og positiv, og hevur áhuga í hesum næminginum.
Eisini rokna fólk ofta við, at hesin næmingurin verður ein stór útreiðsla fyri familjuna, men so er als ikki. Tað er sum at fáa ein eyka til døgurðaborðið. Lummapeningi og annað skipar næmingurin sjálvur fyri.
Seta krøv
? Vertsfamiljan skal heldur ikki vera bangin fyri at seta krøv til næmingin. Ein skal royna at fáa næmingin so væl inn í familjuna sum gjørligt, og tí eigur hann eisini at taka eina hond við í tí dagliga. Ongin fer út fyri at fáa tað sama, sum tey fáa heima, og tí skal ein ikki himprast við at biðja næmingin hjálpa til, sjálvt um hann kanska heima er vanur við hjálparfólk og stórar og fínar bilar, greiðir Elisabeth frá.
Elisabeth Holm leggur dent á, at teir fysisku karmarnir eru als ikki tað týdningarmesta. Tað er ikki sagt, at næmingurin skal hava eitt kamar fyri seg sjálvan.
? Týdningarmest er, at familjan er opin fyri at lata sítt heim upp fyri einum fremmandum, deila við viðkomandi og verða góður við hann. Hetta telur nógv meira enn at næmingurin fær egið kamar, egna inngongd og annað, sum so at siga als ikki er neyðugt.
Krøvini til familjuna eru ikki serliga stór. Tó skal hon vera rímiliga opin, flexibul og tolin. Áhugin hevur eisini nógv at siga. Áhugi er týdningarmikil, og eisini tað, at viðkomandi verður tikin inn í familjuna, sum ein familjulimur.
? Hetta merkir tó ikki, at næmingurin skal undirhaldast 24 tímar um døgnið. Næmingurin eigur sjálvur at finna sítt egna undirhald. Hetta verið seg vinir, ítróttur, skótar, kór ella annað, ið hevur hansara áhuga, sigur Elisabeth Holm.
Ikki bara Havn
AFS ynskir ikki bara familjur í Havn. Tey, sum búgva á smáplássum í Føroyum, eru meira enn vælkomin at gerast vertsfamiljur.
? Tá AFS´arar eru á smápláss, so hava teir ofta lættari við at integrera seg í nærumhvørvið. Ikki er neyðugt, at senda næmingin á studentaskúla, tí um meldað verður út nóg tíðliga, og næmingurin hevur hóskandi aldur, so kann hann eisini ganga á framhaldsskúla, sum hoyrir til kommununa. Á smáplássum kenna øll hvønn annan, og er hetta avgjørt ein fyrimunur, greiðir Elisabeth Holm frá.
At fáa ein fremmandan í húsi á henda hátt leggur upp til spennandi samtalur, har unglingurin hevur nakað at geva aftur. Tað verið seg, at hann veit jú nógv at fortelja um heimland sítt, og so er hann forvitin at vita so nógv um Føroyar sum til ber.
Sum familja lærir man meira um seg sjálvan. Hvussu tað ymsu støðurnar skulu takklast, og sjónarringurin víðkast.
? Nú skal man heldur ikki halda, at tá man hevur fingið ein næming í húsið, at familjan síðani verður slept á fjall hesum viðvíkjandi. Nei, hvør næmingur hevur egnan kontaktpersón, sum hann kann ráðgeva seg við, og sum familjan kann venda sær til. Harafturat stendur AFS altíð til ráðs um tað er nakað ein ivast í. Í ringasta føri, um tingini als ikki ganga, so skal ein gera vart við tað, tí so verður næmingurin fluttur, sigur Elisabeth.
Tað eigur tó at verða væl umhugsað áðrenn dyrnar verða latnar upp á henda hátt. Men tá tað verður gjørt, verður hetta ein rík uppliving fyri lívið.










