Lastbilur í ljósum loga við Kaldbakstunnilin

Løgreglan: Koyrið eftir Oyggjarvegnum

Eldur er í lastbili við Kaldbakstunnilin, og tí hevur løgreglan stongt Kaldbakstunnilin. Løgreglan heitir á fólk um at brúka Oyggjarvegin ístaðin. Roknað verður við, at tunnilin verður stongdur ein tíma afturat.

Lastbilurin stendur í ljósum loga á tunnilsvegnum Kollfjarðarmegin, og nógvur roykur kemur frá eldinum.

Sløkkiliðið er komið á staðið at sløkkja eldin. 

Eingin mansskaði var av eldsbrunanum.