Lastbilførari noyðist upp til nýggja koyriroynd

Tvey mál vórðu skrivað, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar við Signabøartunnilin í gjár.

Um 11-tíðina í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar kollfjarðamegin við Signabøartunniin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her vórðu tvey mál skrivað fyri ov nógva ferð.

 

- Ein lastbilførari fekk treytaða frádøming og noyðist upp til nýggja koyriroynd í næstum.

 

Lagt verður aftrat, at ein førari á persónbili eisini bót fyri at koyra ov skjótt í ferðmátingunum í gjár.