Í gjár var almenn móttøka í sambandi við at Lars Olsen gevst sum føroyskur landsliðsvenjari eftir átta ár. Fleiri av landsliðsspælarunum vóru millum teirra, sum vóru komnir at siga farvæl.
Fyrstur at taka orðið var forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen. Fyrri parturin av røðuni var á donskum, tí tann parturin var til Lars Olsen, sum var komin úr Danmark til móttøkuna.
##med2##
Her vísti Christian F. Andreasen á, at tað Fótbóltssambandið, sum fór eftir Lars Olsen og ikki umvent. Síðani takkaði hann Jóannes Jakobsen fyri sum hjálparvenjara og síðani Atla Gregersen, sum gevst á landsliðnum.
Síðani tók Lars Olsen orðið. Hann takkaði fyri gávurnar, men helt skemtiliga fyri at onkur mátti hjálpa honum at fáa allar pakkarnar til Danmark. Hann segði millum annað, at hann var blivin góður við Føroyar og føroyingar, og legði dent á sigarnar móti Grikkalandi. Landsliðsvenjarin takkaði spælarum og nevnt millum annað Atla Gregersen.
##med3##
Og Atli Gregersen rundaði móttøkuna av við eini styttri røðu, har hann takkaði Lars Olsen vegna spælararnar og kláraði líka at fáa øll í salinum at flenna við eini viðmerking.
Lars Olsen er nú venjari hjá Esbjerg fb, meðan svenskarin Håkan Ericson er nýggjur føroyskur landsliðsvenjari.