Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sigur her sína hugsa um landsdystin móti Rumenia, sum verður í annaðkvøld. Hann vil ikki kunngera liðið, tí spælararnir hava ikki fingið tað enn. Hann tekur eisini samanum avrikið móti Malta, har hann ásannar at tað var ikki gott nokk.
Les eisini: Kaj Leo fær helst møguleikan í morgin
Lars Olsen hevur sjálvur spælt móti Rumenia eina ferð í 90 unum, tá liðið bleiv kallað tað evropesiska Brasil. Hann nevnir millum annað Gheorghe Hagi, sum ein av teimum góðu, sum tó ikki imponeraði hann heilt nógv.
FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar í annaðkvøld klokkan 19.45.