Lars Müller skal døma steypafinaluna

Harafturat er kvinnuligur dómari settur til steypafinaluna hjá kvinnum

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar í dag, at tað verður Lars Müller, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, ið verður leikt komandi vikuskiftið.


Lars Müller hevur dømt í vaksnamannadeildini síðani 1999, og hesi fimtan árini hevur hvalbingurin virkað sum dómari í 234 dystum og hjálpardómari í 75 dystum.
Hjálpardómarar í steypafinaluni verða Regin Egholm og Andreas P. Hansen, meðan Páll Augustinussen verður 4. dómari.


Hetta er aðru ferð, at Lars Müller skal døma finaluna í steypakappingini hjá monnum. Fyrru ferðina var í 2011, tá ÍF og EB/Streymur vóru í finaluni.


Finalan um Løgmanssteypið, sum í ár verður millum HB og Víking, verður á Tórsvølli leygardagin 30. august, kl. 19:45. 


Steypafinaluna hjá kvinnunum dømir Elsa Andreasen. Hjálpardómarar verða Jan Hermansen og Rani Skaalum, og 4. dómari verður Oda Andreasen.


Finalan hjá kvinnunum, sum í ár verður millum KÍ og HB, verður bríkslað í gongd kl. 16:15.