Lars Høgh skal hjálpa landsliðnum

Navnframi danski landsliðsmálverjin, Lars Høgh, skal virka sum málmansvenjari hjá A-landsliðnum uppundir dystirnar móti Íslandi og Týsklandi

Hetta er úrslitið av einum samstarvi millum FSF og Tryggingarfelagið Føroyar, sum fíggjar tiltakið.
Lars Høgh skal vera málmansvenjari hjá føroyska landsliðnum uppundir dystirnar móti Íslandi tann 7. juni og Týsklandi tann 11. juni. Hann skal skipa fyri venjingini, og hann fer at vera við til dystirnar.
Harumframt fáa allir málverjarnir í 1. deild hjá monnum og málverjar á ungdómslandsliðunum høvi at venja undir Lars Høgh. Hetta verður dagarnar aftaná dystin móti Íslandi.

Royndur málverji
Lars Høgh er ein sera royndur málverji. Hann hevur leikt 817 landskappingardystir við besta liðnum hjá OB, og hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum í 1977.
Hóast góðu evnini sum málverji hevur hann bert leikt átta landsdystir, tí hann altíð hevur staðið í skugganum av øðrum málverjum. Í 100 landsdystum hevur hann sitið á beinkinum.
Tríggjar ferðir eydnaðist tað honum at gerast danskur meistari við OB. Tað var í 1977, 1982 og 1989. Fleiri ferðir er hann kosin ársins málverji í Danmark. Hann gavst at spæla fótbólt í 2000.
Seinastu árini hevur hann verið málmansvenjari og ítróttarstjóri hjá OB. Harumframt hevur hann verið málmansvenjari hjá Sunderland í ensku Premier League, har danski landsliðsmálverjin Thomas Sørensen enn er málmaður.

Tørvur á málmansvenjara
Dánjal Jákup Andreasen, formaður í FSF, sigur, at hann er sera fegin um, at landsliðið fær ein málmansvenjara uppundir hesar týdningarmiklu dystirnar.
? Tá vit spurdu Henrik Larsen, hvussu vit best kundu nýta peningin frá Tryggingarfelagnum, vísti hann á tørvin á einum málmansvenjara, og vit hava nú fingið einum av teimum bestu, sigur Dánjal Jákup Andreasen.
Jens Erik Magnussen frá FSF vísir á, at tað hevur verið ein stórur trupulleiki hjá landsliðnum, at tað ikki hevur havt ein veruligan málmansvenjara. Við hesi loysnini sleppa venjararnir at nýta alla sína orku til hinar leikararnar. Hetta fer at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá Henrik Larsen.
Avtalan millum FSF og Lars Høgh er tó bert galdandi fyri hesar báðar dystirnar.

Góð íløga
Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum, sigur, at felagið gjarna vildi hjálpa føroyska landsliðnum at vera so væl fyri sum gjørligt uppundir kanska tann størsta dystin hjá liðnum nakrantíð.
? Hetta er ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyska landsliðnum nakrantíð, tá týsku varaheimsmeistararnir koma á vitjan. Málmaðurin verður óivað ein lyklaleikari, tá tann týska maskinan kemur við fullari ferð, sigur Gunnar í Liða, sum er væl nøgdur við avtaluni við Lars Høgh.
Spurdur um hvat tað kostar at fáa hendavegin svarar Gunnar í Liða ikki beinleiðis, men leggur afturat at tað ikki er bíligt.