Lars Emil Johansen ber uppá mál, at í samband við, at Grønland fær eina nýggja sjálvstýrisskipan í 2009, so áttu grønlendingar at hugsa um at avtaka síni fólkatingsumboð Viðurskiftini millum grønlendsku fólkatingsumboðini, og serliga Danska Fólkaflokkin hava verið spent seinastu tíðina. Serliga sæð í ljósinum av, at Danski Fólkaflokkurin hótti við at skerja ríkisveitingina til Grønland, um grønlendsku fólkatingsumboðini atkvøddu fyri einum andstøðuuppskoti um flóttafólk í Danmark. Á landsfundinum hjá Siumut bað Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður fundarluttakarnar hugsa um møguleikan at taka av tey bæði grønlendsku umboðini í Fólkatinginum. Lars Emil helt, at hetta átti at verið gjørt í samband við tað nýggju sjálvstýrisskipanina, sum Grønland fær í 2009. ?Tað er undir okkara verdigheit at sita í einum fremmandum parlamenti, har okkara luttøka bara verður góðtikin, um okkara atkvøða ikki er avgerðandi, ella støðutakan okkara ikki gongur ímóti sitandi donsku stjórnini.? Limirnir í Siumut eru tó ikki lidnir við at tjakast um hetta uppskotið hjá Lars Emil Johansen.