Landsverkfrøðingurin sigur fólki upp í Suðuroy

Maskinur og útgerð batna í hvørjum og tað kostar arbeiðspláss

Skilabøtur

Suðuroy: Maskinur og útgerð mennast og batna í hvørjum. Og tað er ikki óvanligt, at tað kostar arbeiðspláss.
Tað ger tað eisini galdandi hjá Landsverkfrøðinginum og eisini hann skilabøtur - rationaliserar.
Seinast hevur hetta kostað fimm monnum hjá landsverkfrøðinginum í Suðuroy starvið.
Ein maður í grótbrotinum í Porkeri varð sagdur upp í heyst. Ein maður á vegadeildini í Øravík fer frá við eftirløn, uttan at nakar annar verður settur ístaðin og beint nú eru tríggir mans í grótbrotinum í Porkeri eisini sagdir upp.
Oyvindur Brimnes sigur, at hesa seinastu tíðina hevur Landsverkfrøðingurin keypt útgerð, sum er meiri framkomin enn tann, sum var, og tað ger, at brúk er ikki fyri so nógvum fólki longur.
Í Porkeri varð ein gravimaskina keypt í heyst, sum tekur væl meiri enn ein gummigeit, sum var frammanundan og tað gjørdi, at tað var brúk fyri einum manni minni at arbeiða í grótbrotinum.
Men tað nýggjasta er, at landsverkfrøðingurin nú hevur keypt ein nýggjan knúsara til grótbrotið í Porkeri.
Hetta er ein knúsari sum kann flyta seg og tí kann hann alla tíðina flyta seg aftaná spreingirnar.
Sostatt verður ikki brúk fyri fólki at koyra grót haðani sprongt verður, yvir til knúsaran.
Knúsarin kostar tríggjar milliónir og hann kemur síðst í mai.
Knúsarin, sum er í Porkeri, er farin og sostatt hevur Landsverkfrøðingurin keypt 20.000 tons av gróti úr Noregi.
? Tað verður annars gjørt við millumbilum og tað er um tað lagi at tað er líka bíligt at keypa grót úr Noregi, sum tað er at bróta tað í Føroyum og føra tað ímillum oyggjarnar, sigur Oyvindur Brimnes.
Tó leggur hann afturat, at tá eru ikki tey samfelagsligu atlitini ikki tikin við, sum tað, at grótbrot í Føroyum skapa arbeiðspláss og skattainntøkur.

Bjóðast út
Annars hevur Landsverkfrøðingurin bjóðað koyringina av gróti frá havnalagnum á Langasandi, niðan til verkið í Hundsarabotni, út.
Tað var eisini gjørt í fjør, men tað miseydnaðist, tí allir teir, sum koyra, slógu seg saman og bjóðaðu í felag, so tað kom ongin kapping í.
-? Men nú royna vit so einaferð afturat, sigur Landsverkfrøðingurin. Hann sigur, at møguliga verður eisini koyringin við asfalti boðin út í ár.
Hinvegin fyriliggur onki um, nær koyringin við gróti úr grótbrotinum í Porkeri oman á havnalagið til grótbátin, verður boðið út.
Landsverkfrøðingurin sigur, at øll arbeiði, sum landsverkfrøðingurin ikki ger sjálvur, skulu bjóðast út fyri at fáa kapping í, so at tað verður so bíligt sum gjørligt.
? So fyrr ella seinni verður koyringin í Porkeri eisini boðin út, sigur Oyvindur Brimnes.
Higartil hevur tað ikki eydnast so væl við tí, sum landsverkfrøðingurin hevur bjóðað út í hesum sambandi, so fyrrenn vit fáa tað at rigga einastaðni, er ongin orsøk til at bjóða koyringina fleiri staðni út.
Í Suðuroynni er tað heldur ongin loyna, at mótstøðan í Porkeri ímóti at bjóða koyringina út, er ógvuliga hørð, tí porkenningar krevja at hava koyringina sjálvir.