Landsverk ávarar í morgun um, at tað er hálka á vegnum fleiri staðni kring landið, nú klokkan er farin av átta.
Stovnurin ávarar bilførarar um, at roknast kann við hálku á Gjáarskarði, eystanfyri Norðskálatunnilin, á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, í Kaldbaksbotni, við Sund og á Fámjinsvegnum við Ørðaskarð.
Harumframt verða bilførarar ávaraði um, at tað er nakað av vindi uppi á Høgareyni, har veðurmátarin boðar frá skrið, í hvirlunum upp til 25 m/s









