Landstýrið letur hjálp til Suðursudan

Landstýrið letur 1.4 milliónir krónur til neyðhjálp í Suðursudan. Hjálpin verður latin átøkum hjá World Food Programme, ið er ein stovnur hjá ST.

 

Hungursneyð er í Suðursudan. Fimm milliónir fólk hava bráfeingis tørv á mati, ið svara til umleið helvtina av øllum fólkum í Suðursudan, sum tilsaman eru 11 milliónir.

 

Borgarakríggj og turkur eru høvuðsatvoldirnar til álvarsomu støðuna, sum er støðugt versnað seinastu árini. Sambært myndugleikum í landinum og altjóða stovnum er vandi fyri, at hungursneyðin fer at spjaða seg til restina av Suðursudan, ið er millum fátækastu lond í heiminum.

 

- Hungursneyðin í Suðursudan er hin ringasta í heiminum seinastu árini. ST hevur heit á heimsins lond um at hjálpa, og sum partur av altjóða samfelagnum hava vit føroyingar skyldu at lata okkara íkast, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

 

Suðursudan gjørdis eitt sjálvstøðugt land í 2011, eftir at landið breyt frá Sudan. Borgarakríggj hevur veriðí landinum síðan 2013.