Nýggja landsstýrið heldur sín fyrsta fund í morgun. Á skránni eru mál, sum landsstýrið ætlar at fáa fyri tingið longu hósdagin, teirra millum málið um at leingja lógina, sum frítekur elbilar fyri mvg, og hjálp til sperdar familjur. Mál, sum fullu burtur, tá løgtingsvalið varð skrivað út.
Fíggjarlógin er eisini á skránni. Løgtingsvalið varð útskrivað, áðrenn fíggjarlógin varð samtykt, tí varð samtykt ein bráðfeingisfíggjarlóg. Tí skal ein nýggj løgtingsfíggjarlóg samtykkjast.
Tað tekur tó longri tíð at fyrireika eina fíggjarlóg, so hon verður neyvan løgd fyri tingið fyrr enn um nakrar vikur.
Løgtingsfundur er hósdagin, tá fer Løgtingið at velja nevndir, tí fer helst allur tingdagurin til tað.