Landsstýrismaður møtir børnum í eygnahædd

ROTIÐ AT ROYKJA Nú Fólkaheilsuráðið skipaði fyri teknikapping ímóti royking fingu tey heilar 900 tekningar frá børnum

- Tað er rotið at roykja!
Tað var evnið í eini teknikapping fyri børn, Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri.
Kappingin er eitt lið í herferðini ímóti royking og hon fekk stóra undirtøku.
- Tá ið freistin var farin, vóru heilar 900 tekningar lætnar inn, sigur Ólavur Jøkladal, samskiftisfólk hjá Fólkaheilsuráðnum, sum skipaði fyri teknikappingini, saman við Lynn Reveal.
Teknikappingin er fyrskipað í samband við, at altjóða tubbakksfríur dagur er 31. mai, tað er fríggjadagin.

Fýra virðislønir
Og nú hava fýra børn fingið virðisløn fyri sínar tekningar og tað var sjálvur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, sum hitti børnini í eygnahædd og handaði teimum virðislønirnar.
Herferðin ímóti royking er eitt av hansara hjartamálum, so tá ið hann handaði børnunum virðislønirnar staðfesti hann, at hetta var eitt tiltak, hann fegin var við í.
Hendan teknikappingin ímóti royking, er eitt tiltak, Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri nakrar ferðir.
Eitt árið komu 1200 tekningar inn. Í fjør komu 600 tekningar inn, men í ár var luttøkan nógv størri aftur, tí, sum sagt, komu tað ikki færri enn 900 tekningar inn frá børnum úr øllum landinum.
Talan var um tekningar frá einstøkum børnum, frá barnagørðum og heilum skúlaklassum.
Kappingin varð skipað í tríggjar aldursbólkar, tann yngsti bólkurin var fyri børn upp til 7 ár, miðlingabólkurin var fyri børn frá 7 -10 ár og tann elsti bólkurin var fyri børn úr 11 upp í 14 ár.
Hesin elsti bólkurin hevur ein heilt serligan áhuga, tí aðalmálini hjá Fólkaheilsuráðnum eru, at ongi børn, sum eru fødd eftir 2000, skulu fara at roykja og tann elsti bólkurin er júst hesi børnini, sum eru fødd í 2000 og árunum beint aftan á.
Av tí sama vóru tvær virðislønir lætnar í tí bólkinum, so tilsamans hevur Karsten Hansen handað fýra virðislønir.
Hvør virðisløn var ein kekkur á 500 krónur.

Ger stóran mun
Ólavur Jøkladal ivast ikki í, at átøkini ímóti royking, sum Fólkaheilsuráðið er ein partur í, gera stóran mun.
Í Sosialinum herfyri kundu vit vísa á, at seinastu 10 árini er innflutningurin at tubbakki minkaðir 35 prosent, ella meiri enn ein triðing.
Samstundis vísa fyrispurningar hjá Fólkaheilsuráðnum í onkrum stórum handlum, at sølan av tubbakki er eisini nógv minkað í ár.
Somu fatanina fær hann, tá ið hann tosar við lærarar.
- Onkrir lærarar hava sagt mær, at í teirra flokkum, eru tað eingi børn, sum roykja, heldur ikki í stórum flokkum.
- Endamálið er nettupp at varpa ljós á royking og at fáa lærarar og næmingar at tosa um tað. Endamálið er eisini, at teir eldru næmingarnir skulu vera fyrimyndir hjá teimum yngru og at venda hugburðininum til at tað faktiskt ikki er so klókt at roykja.
- Afturmeldingar eru rættiliga positivar, leggur Ólavur Jøkladal afturat.
600 fullførdu
Á nýggjárinum fór Fólkaheilsuráðið undir eitt átak, har fólk kunu melda seg til eina sms skipan í eini roynd at leggja av at roykja.
Endamálið var, at roykjarar, sum vóru í skipanini, skulu dagliga fáa eggjandi sms boð, sum skuldi halda teimum til og forða fyri, at teir fóru aftur at roykja.
Ólavur Jøkladal í Fólkaheilsuráðnum, sigur at yvir 1200 roykjarar meldaðu seg til. Kortini datt nakað burtur av aftur, men 600 roykjarar fullførdu átakið.
Søgan sigur tó einki um, hvussu nógv vórðu roykfrí av hesum, men í Fólkaheilsuráðnum halda tey, at átakið eydnaðist væl, tí tey siga, at fyrispurningar í stórum handlum vísa, at sølan av tubbakki er minkaði nógv fyrst í árinum.
Og á roykfría degnum fríggjadagin, fara tey at seta nýtt lív í átakið og tá kunnu roykjarar aftur melda seg til eina sms skipan í eini royd at leggja tubbakkið á hillina.

Strangari reglur um skúlar
Fólkaheilsuráðið vil hava strangari reglur fyri royking á skúlum og á stovnum yvirhyøvur, har sum børn eru.
Tað er eitt tilmæli, Ráðið hevur givið Karsten Hansen, landsstýrismanni í Heilsumálum og sum hann nú fer at taka upp til viðgerðar.
Sum lógin er nú, er ikki loyvt at roykja innandura á almennum støðum, heldur ikki í skúlum og í barnagørðum.
Men nú mælir Fólkaheilsuráðið beinleiðis til, at royking skal bannast á øllum økinum, har skúlin, barnagarður, og á stovnum yvirhøvur, har børn og ung eru.
Tað merkir, at royking skal ikki vera loyvd á øllum matrikulnummarinum hjá skúlanum, barnagarðinum, ella hvørjum stovnum til børn og ung, talan annars kann verða um.
Hetta sama skal vera galdandi í húsum, har børn eru í dagrøkt.
- Vit duga ikki at síggja nakra meining í at lærarar skulu standa úti í fríkorterum og roykja upp í andlitið á børnunum, samstundis sum børnini verða eggjað til at halda seg burtur frá tubbakki, segði Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum í Sosialinum herfyri.
Her kann leggjast afturat, at onkrir skúlar hava longu sett bann fyri at roykja á matrikulnummarinum.
Tað hava eisini onkrar kommunur gjørt, í hvussu so er Tórshavnar Kommuna, sum hevur tann roykipolitikk, at allastaðni, har børn og ung verða ansað, á á skúlunum, skal vera roykfrítt, á øllum matrikulnummarinum.
- Vaksin skulu vera ein fyrimynd fyri børnini og ikki roykja framman fyri børnini, sigur Tórshavnar Kommuna.
Annars fer Fólkaheilsuráðið aftur í heyst at velja ársins roykfría skúla og skúlin, sum vinnur, kann vænta sær okkurt forvitnisligt í virðisløn.
Í fjør tað Skúlin við Løgmannabreyt, sum varð ársins, roykfríi skúli og tá var virðislønin, at 6. klassi fekk ein túr í bowlinghøllina við mati og slapp í biograf og á konsert við Sveini.