Ongin formlig fráboðan er komin, men Norðlýsið veit at siga, at landsstýrið hevur vrakað semingsuppskotið
Sum Norðlýsið skilir kennir landsstýrið seg bundið at politisku semjuni um karmarnar fyri 2011 og 2012 sum allir flokkar á tingið hava bundið seg til.
Tì hevur Jóannes Eidesgaard gjørt greitt at landdstýrið ikki kanna góðtaka eina lønarhækking í 2012 sum kostar landskassanum næstan 80 milliónir krónur.
Prátað verður nú aftur og fram ímillum partarnar og vit fylgja gongdini.
Semingsmenninir eru beint nú farnir inn til Fíggjarmálaráðið, men teir vilja als onki siga yvirhøvur um støðuna.
Hinvegin er enn ikki sagt, at tað verður arbeiðssteðgur, tí semingsmenninir royna eftir øllum at døma framvegis at mýkja støðuna.
Semingsmenninir eru síðani farnir inn aftur til fakfeløgini og gitt verður, at teir hava eitt mótspæl frá sær frá Fíggjarmálaráðnum.