Úttalilsini hjá Birgir Danielsen í Sosialinum herfyri tala eisini sína greiðu talu, og er veljarakanningin eisini ein staðfestin av teimum. Antin løgmaður vil tað ella ikki, so verður hann noyddur til at fyritaka sær nakað meira enn bara at breiða um seg við orðum um breiðar semjur og at fáa andstøðuna við osfr. Løgmaður, sum verður høgt virdur av mongum fyri sín høviska, fólkaliga og oftani eisini skilagóða atburð í hesum landsins hægsta embæti, má til at verða meira ítøkiligur. Hann veit eisini, at klichékendu úttalilsini eru føroyingar deyða troyttir av. Og eftir øllum at døma eisini hansara egnu floksfelagar, sum rýma í stórum tali frá flokkinum. Løgmaður skyldar tí bæði sínum egnu - tað verður so hansara søk - og øllum føroyingum - at spæla meira reint út. Hvat er tað hann meinar við, tá hann nú aftur hevur funnið sær gomlu frasuna úr skuffuni um breiða semju osfr. Breiðu semjuna, har andstøðan varð tikin uppí, megnaði hann at fyrigykla fólki í langa tíð, fyri síðani at sleppa henni aftur, tí hon var ikki møgulig. Nú hann hevur rent seg fastan er hann aftur farin at tosa um breiða semjuna!!!
LØGMAÐUR má koma út úr ?buskinum?. Nú má hann siga Føroya fólki, hvat hann ítøkiliga ætlar. Nú Javnaðarflokkurin so oftani hevur víst á ónøgdina við at verða hildin uttan fyri Tinganes, átti løgmaður kanska at spælt nýtt kort út, og tað er við adressu til Javnaðarflokkin. Hví ikki taka hann á orðið og bjóða honum uppí samgonguna, møguliga við at sleppa sær av við Sjálvstýrisflokkin, sum í veruleikanum er tann, ið forðar fyri eini breiðari loysn í sjálvstýrismálinum. Tí vóru Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin í samgongu, tá hevði hetta kastað heilt nýtt ljós á allan spurningin. Tá má so Sjálvstýrisflokkurin ofrast. Ein kann eisini ímynda sær, at tað vildi verið eitt ?smart trekk? hjá løgmanni at ?tvinga? Javnaðarflokkin til at taka við ábyrgd Og tá er spurningurin, hvat Javnaðarflokkurin hevði gjørt! Ein nýggj men eisini spennandi politisk støða kundi hetta verið fyri at sleppa úr naggatódnini.rkisverdasta bygningsverki í landinum. Hesar eldsálir áttu tað magnetismu ið skuldi til, fyri at fólk trivust og mentu bygdina.
Ódámligt um
man ikki tímir
Men hetta er sjálvandi heilaspuni. Vera vit kortini eina løtu aftrat stødd í hesum heilaspunanum, hvat hevði man so svara tí skarpleidda Prædikaranum, ið hevði gingið smá 3000 ár úr Gamla Testamenti og heilt til Vágs á Jóansøku? Eitt tað frægasta svarið eftir mínum tykki, gav Helgi Larsen tá hann uppfann tann nýggja trollemmnin og eftir hvat ein hevur skilt, kundi tann lítla verksmiðjan niðri á keiuni, í dag verið ein fyritøka, sum útflutti í milliardklassanum, um bankarnir høvdu verið meiri víðskygdir. Eitt annað svar gevur sangkórið Ljómur. Hóast hóttafall, so megnar menniskjansligi andin at hevja seg nakrar tummar uppfrá klettinum. Eitt annað svar gav fyritøkan Sirri, ið framleiðir nakað so sjáldsamt sum nýmótans pløgg úr føroyskari ull. Og hóast fakfeløgini ikki eru millionerar, so hava tey við sínum fátæku krónum roynt at savna stovnsfæ til arbeiðspláss. Onnur svør ber ikki til at geva tí harða jødanum ið kallar seg Prædikarin.
Men hvør var Prædikarin? Hansara borgarliga navn var Sálamon kongur, og umframt at ráða yvir einum landaøkið ið fevndi heilt frá Miðalhavinum eystur til Eufrat ánna, er hann eisini eitt av okkara mætu skøldum, og tað munnu vera fáir menn yviri í miðeystri, sum hava hórast meiri enn hann. Og hvat ger ein maður tá aldurdómurin við øllum sínum plágum bankar uppá? Jú, hann hevjar seg somikið langt upp, at hann ikki longur kennir roykin av jarðarlívi og uppi í tí tunnu luftini, letur hann lívsleti regna yvir heimin.
Alt er fáfongd, sigur hann. Alt hevur sína tíð, suffar hann. Hvørt lívsbragd ikki er annað enn eftirsøkn eftir vindi. Soleiðis tosar ein troyttur maður. Men tann dagin tað er blivið fáfongd at royna at lívbjarga sær og sínum, tá man ikki tímir at raka sær longur, ella at pynta síni børn til Jóansøkuna, tá man er líkasælur um eitt stórmal sum fullveldi, tá er okkurt heilt álvarsligt á vási. Tá er blivið ódámligt at liva á jørð.
Haldór Laxness royndi í síni skaldsøgu »Atomstøðin« at svara spurninginum hví teir annars sterku íslendsku kommunistarnir fingu so fáar atkvøður frá bóndunum. Teir tosaðu við bøndurnar sum vóru teir vesalingar ið onki formáddu sær, og akkurát tað særdi bóndirnar, var niðurstøðan hjá Laxness. Tí bóndirnir kendu seg ikki sum armingar. Tvørturímóti. Hvussu kundu menn, ið vóru ættaðir undan norskum kongum vera armingar? Tað bar jú ikki til.
Men tíverri er tað ikki eitt íslendskt serfyribrigdi, at politikarir tosa við fólk sum vóru tey armingar. Talan er um eitt brek, ella ein hjartafeil, sum er slúsaður inn í demokratiið. Vit hava í stóran mun gloymt at ein demokratisk skipan uttan samfelagshugaði fólk, hon stagnerar og gerst sum frálíður ein stór misskiljing. Appelerar man støðugt til tað veika og vesaliga í okkum, ja so dyrkar man henda partin av okkara politisku psyku, og sum frálíður hevur man fingið skapt eitt fólkaslag sum allatíðina er í eini bíðandi støðu og sum sýtur at taka nakað stig til at skapa sína egnu tilveru. Nógv fólk brúka ein stóran part av sínum lívi við at bíða. Vit bíða eftir at onkur skal ringja. Vit bíða eftir ein brævið, sum kanska ongantíð kemur fram. Vit bíða eftir sólini, vit bíða eftir kærleikanum sum skal geva lívinum fyllu. Ein tann størsti sjónleikurin sum er skrivaður í hesi øldini eitur »Bíða eftir Godot«. Men hvør er hesin Godot? Tað fáa vit ikki at vita. Vit bíða eftir frelsuni, at Gud skal straffa øll tey, sum vit ræðast, vanvirðia og hata. Vit lata okkara lítla dreym upp í hendurnar á einum politikara og sita so og bíða eftir at hann setur dreymin í verk. Og tá hann ikki megnar tað, so kasta vit hatur á hann, samstundis sum vit hava eyguni eftir einum nýggjum politikara. Og tað merkir í veruleikanum, at tey bíðandi eru líka svikalig sum politikarin sjálvur, ja, at vit eru ein spegilsmynd av honum. Og er hesin politikarin ein skálkur, ella ein mini-útgáva av sjálvum Satan, so kann man siga at atkvøðan til hann er onki minni enn ein bílegging av einum plássi í hansara brennandi ríkið. Eftir mínum tykki eiga vit at hugsa sum teir íslendsku bøndurnir hugsaðu, at vit hava hátignarligt blóð í æðrunum, at vit eru kongar og drottningar, og at vit sjálvandi megna at skapa eitt samfelag sum er nóg gott, ella sum svarar til tann dreymin sum vit hava um eitt norðuratlantiskt heimstað.
Væntandi í hesum árinum fara vit á val. Og vit skulu velja ímillum at hava fullan yvirvaldsrætt yvir Føroyum, ella um vit framvegis skulu lata yvirvaldsrættin liggja í hondunum hjá dønum. Danska stjórnin er sinnað at lata okkum fíggjarligan styrk til eitt skiftisskeið upá 4 ár, meðan landsstýrið harafturímóti ynskir eina skiftistíð uppá 15 ár.
Landsstýrið sýnist ikki at fata at danir meina tað sum teir siga um eina 4 ára skiftistíð. At fólk í Danmark eru skelkaði av okkara nassaralyndi, tað fata teir heldur ikki og hótta við at draga umboð fyri Sameindu Tjóðir við til tær komandi samráðingarnar. At S.T. fer at kveistra eitt møguligt føroyskt ynski til viks, tí kenni eg meg sannførdan í. Slík luksusproblem vilja teir onki hava vit at gera. Eg haldi at tíðin nú er komin at siga takk fyri eina 4 ára skiftistíð og sum eg segði í byrjanini av hesi røðu, at allir spurningar sum hava við fullveldi at gera, teir eru væl og virðiliga viðgjørdir. Tíðin er komin at leggja málið út til eina fólkaatkvøðu. Tá sæst hvat føroyingar ynskja.
Har er ikki meiri at siga. Taka føroyingar undir við fullveldinum, so kann man siga, at vit eru eitt rímiliga stolt fólk, ið vil standa á egnum beinum. Vraka vit harafturímóti fullveldi, ja so kann man siga um okkum, at vit hoyra til tað lítið virðiliga fólkaslagið, sum man kann fáa til keyps á tí politiski marknaðinum.
Jóanes Nielsen