Arbeiðssteðgur
Formaðurin í Heilsuhjálparafelag Føroya, Ása Olsen, heldur, at bólturin í trætuni liggur hjá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.
- Fíggjarmálaráðið vildi ikki góðtaka semingsuppskotið upp á 1%, men tað gjørdi Starvsmannafelagið. Tí hava vit verkbann og ikki verkfall, og tað er heilt hvør sítt, sigur hon.
Ása heldur ikki, at nakar kann liva við eini minni lønarhækking enn henni, sum Starvsmannafelagið góðtók.
- Eg haldi, at landsstýrið situr við útspælinum og kann gera semjuna, sum semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar.
Ása Olsen sigur, at hennara felag er ikki við í hesum stríði, og tí vil hon heldur ikki gera tær stóru viðmerkingarnar til viðurskiftini, men hon sigur seg skilja, at Starvsmannafelagið, soleiðis sum støðan er, ikki hevur viljað givið raktu strandfaraskipunum undantak.
- Eg haldi, at skal løgtingið yvirhøvur leggja seg út í stríðið, er tað semingsuppskotið, sum eigur at verða samtykt og einki annað, sigur formaðurin í Heilsuhjálparafelag Føroya.