Tað einasta, sum stendur rimmar fast enn er, hvør verður nýggjur løgmaður. Kaj Leo Johannesen skal standa á odda fyri landsins stjórn komandi góðu trý árini.
Hini nøvnini eru enn ikki ásett, men Sambandsflokkurin kemur saman klokkan trý í dag og Javnaðarflokkurin klokkan fýra at tingast um, hvørjar persónar flokkarnir ynskja at seta í landsstýrið.
Hjá Fólkaflokkinum er meiri óvist. Fundur varð avtalaður av tingmaningini til klokkan átta í kvøld, tá tingmanning og landsleiðsla skulu finna fram til tey tvey nøvnini, sum skulu í landsstýrið saman við formanninum, Jørgen Niclasen. Men júst somu tíð hevur Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn, boðað til uppstillingarfund, so antin verður fundurin um landsstýrisevnini framskundaður, ella verður hann ikki fyrr enn í morgin.
Sambært keldum í flokkunum hava als eingi nøvn verið uppi og vent í sambandi við landsstýrissessirnar, men kortini eru nøkur nøvn uppløgd sum egnað evni til sessirnar.
Telvingin um sessirnar endaði sum kunnugt við, at Sambandsflokkurin umframt løgmann fekk vinnumál og sundurbýtta málsevnið almannamál. Javnaðarflokkurin varðveitti heilsumál og fekk annars fíggjarmál og mentamál, og Fólkaflokkurin fekk uttanríkismál, fiski- og tilfeingismál og innlendismál, sum aftur fekk hetta heitið eftir, at tað undir undanfarnu samgongu hevði itið løgmálaráðið.
Annika til reiðar
Sum nevnt so hava eingi nøvn higartil verið uppi og vent í nøkrum av flokkunum, men Sosialurin ger sær kortini sínar tankar um, hvør fer at enda í landsstýrinum.
Kaj Leo Johannesen er sjálvskrivaður sum løgmaður, og tað er neyvan nakar ivi um, at næstformaðurin í flokkinum, Jóhan Dahl, fer út í Tinganes at taka sær av vinnumálum. Og eitt gott boð sum triðja landsstýrisfólk hjá Sambandsflokkinum er Rósa Samuelsen til almannamálaráðharri.
Hjá Fólkaflokkinum er upplagt, at Jørgen Niclasen verður uttanríkismálaráðharri, og at stóri atkvøðuslúkurin til seinasta val, Jacob Vestergaard, verður nýggjur landsstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum, sum hann jú hevur roynt áður.
Triðja landsstýrisfólkið hjá Fólkaflokkinum verður uttan iva Annika Olsen, sum verður nýggjur innlendismálaráðharri. Hon sigur seg eisini vera til reiðar at taka móti avbjóðingini, fær hon sessin í boði.
Hjá Javnaðarflokkinum er neyvan ivi um, at Hans Pauli Strøm heldur fram í sundurliðaða heilsumálaráðnum, meðan Helena Dam á Neystabø flytir úr fyrrverandi løgmálaráðnum niðan í mentamálaráðið. Jóannes Eidesgaard verður so nýggjur fíggjarmálaráðharri, tó við tí fyrivarni, at hann velur at gerast vanligur tingmaður við onkrum týðandi nevndarformanssessi. Um so verður, fer Eyðgunn Samuelsen helst út í Albert Hall.
Hesi eru so boðini upp á nýggja landsstýrið, men hetta fæst sum nevnt ikki konfirmerast fyrr enn einaferð í kvøld í fyrsta lagi.










