Avleiðingarnar av ógvusligu sparingunum, sum hava verið framdar á Landssjúkrahúsinum farnu árini eru nú sjónskar. Bygningarnir Landssjúkrahúsið ræður yvir eru niðurslitnir og tørva stórar umvælingar og ábøtur, og teknisku tólini og útgerðin somuleiðis. Hvørja ferð sparingar hava verið framdar hevur minni og minni verið til viðlíkahald.
Í vár gjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum eina samanfataða meting av tørvinum og metingin liggur nú í Almanna- og heilsumálastýrinum. Hon er ein dagføring av bygningsummælinum, ið varð gjørt fyri seks árum síðani. Tá varð farið undir at gera ávegis umvælingar, tetta tøk og gera ringastu betongskaðarnir aftur.
Nú mælir tekniska deild á Landssjúkrahúsinum til, at 60 mill. kr. verða brúktar til umvælingar yvir fimm ár, og tá eru tólini og tekniska útgerðin á Landssjúkrahúsinum ikki íroknað.
Sum skilst á leiðaranum á teknisku deild á Landssjúkrahúsinum, Suna Rasmussen, er tað serliga betongskalið, sum er niðurslitið.
Vatn treingir inn í betongið og armeringin rustar. Ovastu bygningarnir vórðu klæddir fyri nøkrum árum síðani. Nakrar royndir vórðu gjørdar, soleiðis at streymurin var leiddur tann øvugta vegin. Men vit valdu kortini at klæða bygningarnar ístaðin.
Skaðarnir í betonginum er tað, sum er tað mest átrokandi at fáa bilbukt við. Men tað er samstundis eisini tann kostnaðarmesta umvælingin. Roknað verður við, at bara tað fer at kosta millum 30-50 mill. kr., sigur Suni Rasmussen.
Hjartað í húsinum
Liftirnar á Landssjúkrahúsinum eru í nýtslu allan dagin og eru nú so niðurslitnar, at tær ganga fyri av og á. Og tað ávirkar sjálvandi gongdina í húsinum hjá bæði starvsfólki og sjúklingum.
Feilir koma í, tí liftirnar eru slitnar. Deilir verða skiftir út regluliga, men tað er givið, at tá meiri og meiri slítist, steðga liftirnar oftari, sigur Suni Rasmussen.
At betong drússar niður eftir veggunum kemst lutvíst av lekunum. Tað eru so nógvar ábøtur, sum eru neyðugar. Neyðstreymsanleggið er so gamalt nú, at tað má skiftast út, ventilasjónin, installasjónir og rør somuleiðis, og ymisk brunakrøv skulu lúkast.
Játtanin til Landssjúkrahúsið hevur verið ógvuliga nógv skerd seinastu árini og tað hevur kanska serliga gingið út yvir viðlíkahaldið. Leiðarin á teknisku deild sigur kortini, at hóast sparingarnar hevur alla tíðina verið viðlíkahildið um langt frá í sama mun sum fyrr.
Tað er jú neyðugt at viðlíkahalda rættiliga neyvt um alt ikki skal falla í senn. Útseta vit alt longur og longur, fáa vit størri trupulleikar fyri framman. Og tað er tað vit síggja nú.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, hevur sagt, at Landssjúkrahúsið ikki kann vænta at fáa eina upphædd á fíggjarlógini, sum svarar til tað umvælingarnar fara at kosta. Spurningurin er so um bygningarnir tola, at einki munagott verður gjørt sum støðan er.
Vit vita bara, at støðan er ikki góð. Eg vil ikki meta, at nakar vandi er á ferð, men hinvegin kunnu vit siga, at verður einki gjørt, verða avleiðingarnar onkra staðni nógvar ferðir størri. Við øðrum orðum, hevði meiri verðið brúkt til viðlíkahald, hevði støðan ikki verið so ring sum hon er, sigur Suni Rasmussen.
Gamla Hospital, sum er frá 1918, varð umvælt fyri nøkrum árum síðani og er í rímiliga góðum standi. Hinir bygningarnir, sum Landssjúkrahúsið ræður yvir, eru um 30 ára gamlir, og av teimum eru íbúðarblokkarnir ringast fyri, serliga viðvíkjandi betonginum.










