Ljósmøðratænastan fer at virka bæði innanfyri og uttanfyri sjúkrahúsið og skal serliga hava ábyrgdina av teimum ókompliseraðu burðartilburðunum.
Ein ljósmøðratænasta verður nú skipað á Landssjúkrahúsinum, sum ein serlig eind innan skurðdepilin og undir leiðslu av eini leiðandi ljósmóðir. Harumframt verður ein føðiskipanarnevnd sett, sum skal tryggjastøðið á tænastuni, ið veitt verður føroysku barnafamiljunum.
Tað hevur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, gjørt av. Avgerðin er tikin við atliti til hoyringssvar frá øllum viðkomandi pørtum og í tøttum samskifti við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, sum hevur ábyrgd av at seta skipanina í verk.
Á føðideildini skulu neyðugar leiðreglur nú gerast, sum fastleggja virksemisgongdina á deildini. Allir fakbólkar skulu luttaka í hesum arbeiðinum, har miðast skal ímóti, at øll starvsfólk gagnnýta teirra førleikar í einari samanhangandi heild, sum skal arbeiða fyri at veita føroysku barnafamiljunum eina so góða tænastu sum til ber.
Í næstum setir Almanna- og heilsumálaráðið føðiskipanarnevndina, sum verður breitt mannað við viðkomandi fakfólki. Uppgávan hjá nevndini verður at tryggja eina góða og vælvirkandi viðgongu- og burðarskipan fyri Føroyar, har atlit verða tikin til tvørfakligt samstarv, soleiðis at fakliga tilboðið til barnakonur altíð fylgir tilmælum frá danska heilsustýrinum - við møguligum tillagingum fyri serlig føroysk viðurskifti, sigur almanna- og heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.









