Í gjár, tá ið PISA-úrslitini vóru kunngjørd, komu úrslitini av úrslitinum fyri landsroyndirnar í vár alment fram.
Tær royndirnar geva eina hugaligari mynd av, hvat føroyskir næmingar duga.
Royndirnar, sum gjørdar verða hvørt ár, eru fyri næmingarnar í 4. og 6. flokki, og tær fevna um føroyska fyrisøgn, føroyska mállæru, at lesa og skilja tekst, støddfrøði og náttúru og tøkni.
Bólkurin av næmingum, sum ikki eru stinnir í náttúru og tøkni, er vaksandi.
Fyrsta alndsroyndin var í 2008, og úrslitini í ár vísa, at flestu næmingar duga væl, og at framgongd hevur verið síðan 2008 bæði í 4. og 6. flokki. Tó er afturgongd í nøkrum førum.
Bólkurin av næmingum, sum ikki eru stinnir í náttúru og tøkni, er tó vaksandi.










