Í gjár tók Fótbóltssambandið eina avgerð um at útseta 24. umfar í Effo-deildini. Í dag eru boðini, at A-landsliðsúttøkan somuleiðis er útsett. Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur ikki verið í Føroyum síðani landsdystin móti Finnlandi. Helst skal hann líka avstemma onkra úttsøku, áðrenn hann kunnger liðið.
24. umfar í Effo-deildini verður mikukvøldið. Landsliðsúttøkan verður somuleiðis mikukvøldið. Landsliðið skal í næstum spæla móti Norðurírlandi og Ungarn. Dystirnir verða 11. og 14. oktober í avikavist Belfast og á Tórsvølli.
Rás2 sigur mikukvøldið beinleiðis frá dystunum HB-Víkingur og ÍF-B36. Umframt at landsliðsúttøkan verður beinleiðis á Rás2.