Landsliðsliðskiparin var næstbesti málskjúttin hjá Keypmannahavn

Keypmannahavn vann stórsigur á heimavølli

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn tóku í kvøld móti EH Aalborg í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

EH Aalborg mátti klára seg uttan Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen.

 

Keypmannahavn vann í einum málríkum dysti 42-32 á EH Aalborg. Í steðginum var Keypmannahavn frammanfyri 17-13.

 

Pernille var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Keypmannahavn. Sveisiska Tabea Schmid skoraði heili 17 mál fyri Keypmannahavn.

 

Við sigrinum fór Keypmannahavn framum liðið hjá Janu Mittún, Viborg.

 

Støðan í oddinum:

 

##med2##

 

Kelda: Tophåndbold.