Landsliðsprofilar vitjaðu fótbóltspanelið hjá Rás2

(Sending frá Rás2) Brandur Hendriksson og Hallur Hansson vitjaðu Rásarúmið, og burturlutaðu signeraða landsliðstroyggju

Fótbóltspanelið á Rás2 hevði prominentar gestir í dag.

 

Tróndur Arge hevði bjóðað landsliðsprofilunum, Brandi Hendrikssyni og Halli Hanssyni, sum báðir spæla í donsku superliguni stevnu í Rásarúminum til eina spennandi avbjóðing. Við sær høvdu landsliðsprofilarnir eina signeraða landsliðstroyggju. Lurtari norðuri í Klaksvík vann signeraðu landsliðstroyggjuna. 

 

Teir báðir landsliðsspælararnir sluppu at royna seg í einari spurnarkapping, sum snúði seg um føroyska landsliðið, og um føroyskar landsliðsspælarar.

 

Brandur Hendriksson og Hallur Hansson skuldu eisini velja tað besta mótstøðuliðið út frá teimum spælarunum teir hava spælt ímóti í landsliðshøpi, og í felagsliðshøpi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina.