Tilbúgving
Eftir aðalfundin fyrr í mánaðinum hevur nýggja nevndin hjá Landsfelag Sløkkiliðsmanna nú skipað seg.
Landsfelag Sløkkiliðsmanna er áhugafelag hjá sløkkiliðsmonnum um alt landið og varð stovnað í 1992.
Nýggja nevndin hevur sett sær sum mál at samansjóða sløkkiliðsfólk um alt landið, og aðalmálið er at bøta um korini, sløkkiliðsfólk arbeiða undir.
Nú landsins myndugleikar arbeiða við eini tilbúgvingarætlan, eru limir felagsins ein avgerandi partur í hesi ætlan. Felagið tekur tað sum givið, at myndugleikarnir fara at taka felagið meira við í fyrireikingarnar, nú tíðin av álvara fer at styttast til oljuvirksemið fer at byrja.
Uttan sløkkilið og bjargingarfeløg, verður ikki lætt at fáa eina tilbúgving at eydnast til fulnar.
Nevndin í felagnum hevur skipað seg við: Sørin S. Djurhuus, Norðragøtu, sum formanni, Runavík sum næstformaðanni, Walther Thomassen, Streymnesi sum kassameistara. Hinir nevndarlimirnir eru: Helgi Olsen, Rituvík, Ludvík Cristiansen, Kvívík. Tiltakslimir eru: Rúni Persson, Tórshavn. Heri Johannesen, Glyvrar.