Í annaðkvøld spælir føroyska A-landsliðið venjingardyst ímóti Skotlandi á Pittodrie leikvøllinum í Aberdeen.
Skotland er ein góður kenningur hjá føroyska landsliðnum. Átta ferðir hava liðini spælt ímóti hvørjum øðrum, og báðumegin aldarskiftið fekk føroyska landsliðið javnleik ímóti Skotlandi á Svangaskarði. Hinar seks dystirnar hevur Skotland vunnið.
Skotland er greiður favorittur til at fáa sín sjeynda sigur á Føroyum í morgin, nú føroyska landsliðið er rakt av so nógvum avboðum.
Kenda bretska sjónvarpsrásin, SkySports fer at vísa dystin beinleiðis. Dysturin sæst bæði á SkySports 1 og á SkySports HD 1.
Dysturin byrjar klokkan 19.45, men kennir ein SkySports rætt, so verður ein góð og drúgv upptakt til dystin.










