Tá P/F Landingarmiðstøð Føroya gavst við sínum virksemi tíðliga í 2013, leigaði tá nýstovnaða felagið, Sp/f Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, ognirnar frá bústjóranum, Eyðfinni Jacobsen.
Leigumálið byrjaði um hálvan apríl 2013, og seint í sama ári keypti Sp/f Landingarmiðstøðin við Toftagjógv ognirnar frá trotabúnum og helt fram við landingarvirkseminum á Toftum.
Sambært Sp/f Landingarmiðstøðini við Toftagjógv, sum nú hevur selt bygningin á havnalagnum á Toftum til Bakkafrost, hevur tað verið trupult at fáa endarnar at røkka. Raksturin hevur ikki verið nøktandi og soleiðis, sum gongdin var í seinastuni, mettu eigararnir ikki, at framtíðarútlitini vóru nakað serlig.
Ætlanin hjá Bakkafrosti er at brúka bygningin við Toftagjógv til landstøð í samband við alivirksemi undir Nes-landinum, og mett verður, at hetta kann geva nøkur arbeiðspláss á landstøðini og í samband við alivirksemi undir Nes-landinum annars.
In.fo hevur hugt í roknskapirnar hjá Sp/f Landingarmiðstøðini við Toftagjógv fyri árið 2013 og 2014, og her sæst, at raksturin av virkseminum gav eitt avlop í 2013 á 573.000 krónur - og í 2014 var avlopið 256.000 krónur.











