Bæði landið og kommunurnar hava fingið minni inn í skatti fyrra hálvár í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár.
Landskassin hevur higartil fingið slakar 610 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er eitt sindur minni enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Ítøkiliga er skattainntøkan tvær milliónir krónur minni, sum svarar til 0,34 %. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 692 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 10 milliónir krónur ella 1,45 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.
Millum størru kommunurnar hava millum annað Klaksvíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Sørvágs kommuna, Sunda kommuna, Vágs kommuna og Fuglafjarðar kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna, Vestmanna kommuna, Eystur kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu seks mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent samanborið við í fjør.
Fyrstu seks mánaðirnar í 2013 eru slakar 113 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 19 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 17 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.
Hesum boðar Taks frá í tíðindaskrivi í dag.









