Landið kundi lært av okkum

– Um landið hevði dugað eins væl við fíggjarstýringini sum Tórshavnar Kommuna, so hevði staðið ótrúliga væl til í Føroyum. Tað sigur borgarstjórin í størstu kommununi í landinum, um atfinningarnar sum Búskaparráðið setir fram móti fíggjarstýringini hjá kommununum

Heðin Mortensen er greiður í síni talu og orðum, tá vit spyrja hann um atfinningarnar sum Búskaparráðið setir fram móti fíggjarstýringini hjá kommununum.
Í einum samandrátti, sum Búskaparráðið hevur gjørt av frágreiðingini, verður sagt: “Ein enn størri trupulleiki er tann vantandi fíggjarstýringin av kommunubúskapinum.”
Hesum hevur borgarstjórin í landsins størstu kommunu, Heðin Mortensen, ikki serliga nógv til yvirs fyri.
– Eg kann siga stutt og greitt, at um landið hevði stýrt eins væl fíggjarliga sum vit í Tórshavnar Kommunu, so hevði staðið væl til í Føroyum, sigur Heðin Mortensen avgjørdur á málinum.
Nakað av atfinningum hava verið frammi mótvegis fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri komandi ár, har ein nógvar stórar og kostnaðarmiklar íløgur verða framdar.
– Vit skylda ongar pengar. Vit hava eina góða og effektiva umsiting, og tær íløgur vit nú gera, eru neyðugar, slær borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu fast.
Heðin Mortensen vísir á, at tað í hansara verð snýr seg um raðfestingar, tá pengar verða játtaðir.
– Tað snýr seg um prioriteringar og hvat fæst fyri pengarnar. Í Tórshavnar Kommunu fæst service fyri pengarnar, og eg finni meg ikki í, um onkur førir fram at vit ikki stýra væl, sigur Heðin Mortensen, sum heldur at landið brúkar alt ov nógvan pening til hørð virði.