Landið kann liva við halli

 Tað er eingin vanlukka við einum stórum halli á fíggjarlógini, um landsstýrið heldur, at fíggjarpolitikkurin í longdini er burðardyggur, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum. Hann heldur tó, at tað er einki mál at seta sær, at hallið á fíggjarlógini næsta ár skal vera tað sama, sum tað er í ár

Tað er eingin orsøk til at rista í brókunum, hóast hallið á fíggjarlógini fyri 2006 møguliga fer at vaksa.
Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, sum heldur mælir landsstýrinum til at gera upp við seg sjálvt, um búskaparpolitikkurin hjá landinum er burðardyggur í longdini.
 Tað er einki mál at seta sær, at hallið á fíggjarlógini næsta ár skal vera einar 200 milliónir, tí at tað var tað í fjør. Landsstýrið skal heldur ganga ígjøgnum allar útreiðslurnar og gera av, um tað er rætt at brúka pengarnar, soleiðis sum teir verða brúktir.
 Er niðurstøðan, at pengarnir verða brúktir rætt, so er einki galið við at hava eitt hall á 300 ella 400 millónir krónur á fíggjarlógin næsta ár, tí búskapurin er í einum lágkonjunkturi, sigur Johnny í Grótinum.

Einki krepputekin
Formaðurin í Búskaparráðnum staðfestir, at hallið nýtist ikki vera alarmerandi fyri føroyska búskapinum.
 Búskapurin hevur verið fyri afturgongd síðani 2001, men vinnulívið er við at tillaga seg. Tað almenna kundi gott lært av tí privata vinnulívinum og tillaga seg broyttu umstøðurnar. Fíggjarstøðan hjá tí almenna er tó sera góð, tí umvegis ta almenna eiga vit aktiv fyri einar 4 milliardir, meðan almenna skuldin er einar 3 milliardir. Tí er undirskotið ikki alarmerandi í løtuni, sigur Johnny í Grótinum.
Hann heldur hinvegin, at tað hongur ikki saman, at landsstýrið ynskir at minkað um hallið, samstundis sum tað letur ein skattalætta fyri einar 60 milliónir krónur um árið.
 Skattalættin er ikki sjálvfíggjandi. Hann minkar um inntøkurnar hjá tí almenna, og tí er eingin samanhangur millum at minkað hallið, samstundis sum man gjarar út við skattalætta. Skal landsstýrið finnar sparingar fyri einar 200 milliónir krónur, so kundi tað byrja við at tikið skattalættan burtur, heldur Johnny í Grótinum.

Spurningur um at satsa
Í seinastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum kom nú um dagarnar, verður talað fyri, at tað almenna skal tora at satsa upp á tøkniliga menning fyri at produktiviteturin í samfelagnum skal økjast  og harvið eisini vælferðin.
 Í eini tíð, har tað almenna satsar upp á útbúgvingar ella fremur tøkniliga menning, er einki til hindurs fyri, at eitt stórt hall er á fíggjarlógini, um tað í longdini hevur við sær, at produktiviteturin í samfelagnum økist, sigur Johnny í Grótinum.
 Tí er fyrsta uppgávan hjá landsstýrinum at gera av, um búskaparpolitikkurn er burðardyggur, og fíggjarlógaruppskotið skal ikki sikta eftir einum ávísum halli, tí at soleiðis var tað seinast, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.