Landið fær discountlærarar, um landið ikki er sinnað at rinda fyri góðar lærarar.
Tað skrivar Páll Poulsen, skrivari í Lærarafelagnum, á heimasíðu felagsins.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, hevur gjørt greitt, at landið hevur ikki ráð til lønarhækking.
Í gjár slitnaðu samráðingarnar.
Landið fær tað, sum landið vil rinda fyri, er niðurstøðan hjá Páll Poulsen.
- Tá eitt fakfelag fer til samráðingar, so er tað fyri at selja arbeiðsorkuna, sum er einasta vøran, ein løntakari hevur at selja. Men her kann talan eisini vera um discount ella ikki. Føroya Lærarafelag vil sjálvsagt hava sum mest fyri sína arbeiðsmegi, tí vit eru greið yvir, at vit ikki selja eina discount vøru. Tá arbeiðsgevarin keypir arbeiðsmegi, og rindar ein góðan prís fyri hana, so kann hann eisini rokna við, at hann fær góða arbeiðsmegi, skrivar Páll Poulsen og leggur afturat, at tá arbeiðsgevarin ikki vil gjalda fullan kostnað fyri tað arbeiðsmegi, hann fær, kann roknast við, at dygdin ikki verður á einum nóg høgum støði.