Umboð fyri føroyskar og danskar myndugleikar løgdu í dag kravið um ytra landgrunnin norðan fyri Føroyar munnliga fyri landgrunsnevndin Sameindu Tjóða, CLCS. Sambært altjóða rætti eiga øll strandalond rættin til landgrunnin út fyri teirra strond.
Havrættarsáttmálin frá 1982 ásetir tó, at um eitt strandaland krevur landgrunn uttanfyri 200 fjórðingar, skulu prógv leggjast fyri CLCS um, at ytri landgrunnurin er framhald av tess landøki. Somuleiðis verður kravt, at ytra landgrunsmarkið verður ásett í samspæli við CLCS.
Umvegis ST aðalskrivaran varð kravið um landgrunn uttanfyri 200 fjórðingar norðan fyri Føroyar sent landgrunsnevndini tann 29. apríl í ár. Økið, sum Danmark/Føroyar heita á landgrunsnevndina at taka støðu til, er 87.792 km2 til støddar. Ísland og Noreg krevja eisini ytra landgrunn á somu leið. Noreg, Ísland og Danmark/Føroyar samdust í 2006, hvussu økið kann verða býtt millum londini, verða krøvini um ytra landgrunn staðfest.
Sambært reglum hjá CLCS skulu lond, sum seta fram krav um ytra landgrunn, leggja kravið fram munnliga fyri landgrunsnevndini. Síðani verður ein undirnevnd við 7 limum sett at viðgera hvørja einstaka framløgu. CLCS hevur í løtuni 43 framløgur at viðgera. Tískil kann roknast við, at rúm tíð gongur, áðrenn føroyska kravið verður viðgjørt. Arbeitt verður tó við, hvussu ferð kann setast á arbeiðið hjá CLCS.
Arbeiðsbólkurin, sum í vár fyrireikaði kravið um landgrunnin norðan fyri Føroyar, fer nú undir at gera endaligu fyrireikingarnar í sambandi við kravið um ytra landgrunnin á syðra partinum av Føroyaháslættanum. Miðað verður eftir, at kravið er klárt at senda CLCS móti ársenda 2010.