Nevndarval
Nú skal tað vera so langt ífrá, at vit á hesum síðum skulu staðfesta, at nevndarlimirnir í Fótbóltssambandinum sita og røkja lokal áhugamál.
Tað skerst tó ikki burtur, at seinnu árini hevur tað verið ein veruleiki, at eitt ávíst landafrøðiligt býti hevur verið í, hvussu nevndarlimirnir í FSF hava verið valdir. Soleiðis var støðan tann undan aðalfundinum, at Norðoyggjar áttur ein mann (Torleif Sigurðsson), Eysturoyggin ein (Dánjal Andreasen), Sandoyggin ein (Karl Vidtfeldt), Vágoyggin ein (Jens Erik Magnussen), Suðuroyggin ein (Sveinbjørn Dánjalsson), meðan Jákup Simonsen og Mortan Poulsen so umboðaðu Streymoynna.
Tað skal tó leggjast afturat, at Suðuroyggin í veruleikanum hevði hálvan annan mann, tí Óli Holm er í løtuni í farloyvi, meðan Sveinbjørn er í nevndararbeiðinum sum kappingarleiðari , men um so er, at hann ikki heldur fram í landsstýrissessinum eftir komandi val, kemur hann av sær sjálvum aftur í nevndina hjá FSF.
Væntaðar broytingar
Tað var tí lagt upp til broytingar, tá listin við nevndarvalevnum varð lýstur. Greitt var undir øllum umstøðum, at klaksvíkingar skuldu hava ein mann fyri Torlef Sigurðsson, ið fór frá sum formaður, og tí ivaðist fáur í, at Rúni Heinesen fór at fáa ein nevndarsess. Heldur ikki tóktist stórvegis ivi at valda um, hvørt Karl Vidtfeldt fór at fáa sín sess aftur.
Fyri høvuðsstaðarøkið var Christian Andreasen nýggjur kandidatur, og grundað á stuðulin, ið hann tóktist hava sum møguligt formansvalevni, so var einki at ivast í, at eisini hann fór at koma tryggur inn í nevndararbeiðið.
Hetta gjørdi, at tað mest sum var greitt, at meðan aðalfundurin fór at bjóða Christan og Rúna góðan dag, so fór talan eisini at gerast um eitt farvæl til ein av teimum trimum: Mortan Poulsen, Jákup Simonsen ella Sveinbjørn Dánjalsson. Grundað á farloyvið hjá Óla Holm tóktist tað vera lítið sannlíkt, at Sveinbjørn skuldi fara, og tí stóð valið ímillum teir báðar havnarmenninar.
Avtalað spæl
Einki er at ivast í, at tað eisini var ein óskrivað avtala millum flestu feløgini, hvussu atkvøðurnar skuldu býtast millum valevnini.
Tað mundi vera á leið helmingurin av atkvøðuseðlunum, sum høvdu somu nøvd standandi á seðlinum. Nevnliga Christian Andreasen, Rúni Heinesen og Karl Vidtfeldt.
Eisini var skjótt greitt, at Sveinbjørn skuldi gerast fjórði maðurin, og so var spurningurin, hvørt Mortan ella Jákup skuldu missa sessin. Leingi var Mortan tann fremri av hesum, men endin varð, at tað stóð á jøvnum millum teir báðar.
Fundarstjórin skeyt tí upp, at lutur skuldi takast ímillum hesar, og tann nú fráfarni formaðurin, Torleif Sigurðsson fekk so uppgávuna at draga úr krubbuni. Á lepanum stóð Mortan Poulsen, sum soleiðis heldur fram í sínum sessi, meðan ein sjónliga vónsvikin Jákup Simonsen mátti lata nevndarsessin frá sær.
Offraður
Um Jákup onkursvegna mundi kenna á sær, at hann varð offraður í einum taktiskum spæli, so er hetta kanska ikki uttan orsøk.
Við landafrøðiligu spjaðingini av nevndarsessunum, so var sessurin hjá Jákupi longu í vanda frá teirri løtu, at arbeiði við at koyra Christian Andreasen fram byrjaði. Tað vil siga longu seinasta heyst.
Tað er heldur eingin loyna, at millum tey, sum arbeiddu fyri uppstillingini hjá Christiani Andreasen, vóru eisini havnarfeløgini, so uttan iva hevur Christian Andreasen vigað meira enn Jákup Simonsen ella Mortan Poulsen á vektini hjá havnarfeløgunum. Møguliga eisini grundað á leilutin hjá kappingarnevndini, sum fleiri ferðir í farna kappingarárinum var í andgletti.
Aðra staðni á hesum síðum nevndir fyrrverandi formaðurin í FSF, at tað var betri at fara frá sjálvboðin, áðrenn mann varð varpaður úr, og tað er væl møguligt, at Jákup átti at sæð skriftina á vegginum undan nevndarvalinum. Ístaðin gjørdist talan um eitt lítið virðiligt farvæl til ein nevndarlim, sum í nærum tvey tíggju-ára skeið hevur røkt álitissessir í fótbóltssambandinum.