Enski málskjúttin Frank Lampard helt lítið um franska atburðin eftir dystin millum Ongland og Frakland.
? Tað vóru nógvir vónbrotnir spælarar í okkara skiftirúmið eftir dystin, og tað hjálpti ikki, at franskmenninir sungu slagsangir við síðuna av. Tað provokeraði okkum nógv. Eg haldi ikki, at vit høvdu borið okkum soleiðis at, um vit høvdu vunnið dystin, segði Lampard við The Sun.