Salmon.fo hevur greinað nýggjastu útflutningstølini hjá Hagstovuni fyri fyrsta hálvár 2011, har ein týðiligur vøkstur er at síggja.
Útflutningurin av laksi vaks 39% í virði og 30% í nøgd fyrsta hálvár 2011 samanborið við fyrsta hálvár 2010.
Sambært Vinnuhúsinum er eftirspurningurin úr USA eftir føroyskum laksi veksur alsamt. USA innflytur nú næstan ein triðing av føroysku laksaframleiðsluni. Hetta er meir enn dupult so nógv sum næst stórsti marknaðurin, Týskland.
Umframt USA so vaks útflutningurin til Kina eisini nógv. Fyrsta hálvár í 2010 útfluttu vit næstan onki til Kina, men nú er Kina 6. stórsti innflytarin av føroyskum laksi. Kina innflutti føroyskan laks fyri smáar 40 milliónir kr. fyrsta hálvár 2011. Prísurin í Kina á alifiski hevur eisini verið støðugt høgur.