Ein kanning hjá týska brúkarasamtakinum, Stiftung Warentest, gevur aldum laksi sera góð skoðsmál.
Sambært kanningarfrágreiðingini klára føroysku vørurnar seg avbera væl og standa ikki eitt vet aftan fyri norsku og kilensku kappingarneytarnar.
Roknað verður við, at 96% av vaksna fólkinum í Týsklandi kennir til samtakið og 33% av teimum siga seg ávirkast av kanningum teirra, tá ið tey keypa.
Talan er um eina umfatandi kanning hjá Stiftung Warentest, sum varð gjørd í heyst, av bæði aldum og villum laksi, har serligur dentur varð lagdur á frystar portiónir. Kanningin fór fram á tann hátt, at Stiftung Warentest fór út í allar tær størstu handilketurnar í Týsklandi og keypti frystar laksaportiónir úr aldum laksi og laksaportiónir og laksakotelettir úr villlaksi.
Kanningin staðfestir, at tann aldi laskurin ofta smakkar betur, tí hann er feitari og feskari, har tann villi verður skotin í skógvarnar at vera meiri tráur. Á einum øki tapir aldi laskurin tó móti villaksinum, og tað er viðvíkjandi dálkingarevnum.
Tríggjar av teimum 21 vørunum, sum vóru við í kanningini, eru framleiddar í Føroyum, og allar tríggjar fingu tær sera gott skoðsmál í hesari.
-jm