Laksaprísurin gongur nú niður aftur

Laksaprísurin var himmalhøgur í 2010 og nakað inn í 2011. Tá var hugaligt at selja laks á altjóða marknaðinum, men nú tykist venda at vera komin í.

- Tað er framvegis hugaligt at selja laks, men gongdin er vend, og prísirnir ganga nú niður eftir, skrivar Vinnuhúsið.

Marknaðarserfrøðingar fylgja gongdini neyvt og royna at spáað um, hvussu langt niður prísurin er ávegis. Uppgerðir fyri laksaprísin vísa, at lækkingin higartil í ár hevur verið stór:

Miðal laksaprísurin var uppá tað hægsta í apríl mánaði, tá prísurin var oman fyri 40 kr fyri kilo, ið er ein serstakliga høgur prísur. Men síðani eru prísirnir lækkaðir munandi.

Vikurnar eftir apríl lækkaði prísurin støðugt heilt niður á 23 kr. Prísurin hækkaði síðani nakað aftur til væl oman fyri 25 kr/kg.

Nýggjasta uppgerðin, sum er gjørd í næstseinastu viku, vísir ein prís um 25 kr. Til samanberingar kann nevnast, at framleiðsluprísurin er um góðar 20 kr fyri kilo.

Óli Hansen, ið er søluleiðari í føroysku laksafyritøkuni Hiddenfjord sigur, at torført er at meta um gongdina restina av árinum.

- Marknaðurin er undir stórum trýsti. Útboðið er stórt úr Noregi, Skotlandi, Kili og Føroyum. Trupult er at siga um marknaðurin kemur at vaksa tilsvarandi, sigur hann.

Hinvegin hevur alisøgan víst, at í alivinnuni eru sveiggini stór, og tað er so gongdin higartil í ár eitt dømi um.