Laksastríð
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Norska stjórnin er sera misnøgd við avgerðina hjá ES-nevndini at seta minstaprís og innflutningskvotu á norskan laks. Málið verður mett so álvarssamt, at fyrradagin var Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharri, í Bruxelles og tosaði við formannin í ES-nevndini, José Manuel Baroso, um tað.
Baroso umbar seg við, at ES-nevndin hevði einki í at velja, men Kjell Magne Bondevik var als ikki nøgdur við ta frágreiðingina.
? Vit eru ósamdir um hendan spurningin, og vit duga ikki at síggja, at ES-nevndin kann rættvísgera sína avgerð. Í okkara hugaheimi er hetta ein spurningur um frían handil og kapping, segði norski forsætisráðharrin aftan á fundin við Baroso.
Baroso svaraði at sambært kanningunum hjá nevndini hava norðmenn selt laks fyri ein prís, sum er niðan fyri framleiðsluprísin, og hann vísti aftur, at avgerðin hjá nevndini er í stríð við frían handil.
Norska stjórnin hevur fyrr sagt, at hon umhugsar at leggja avgerðina hjá ES-nevndini fyri altjóða handilsfelagskapin WTO, og tað endurtók Kjaell Magne Bondevik í Bruxelles.