Lagnudystur í Vágunum

Sumbingar fara sunnudagin vestur í Vágarnar at møta FS Vágum, og hetta kann gerast teirra lagnudystur.

Hetta er triðja árið, at Sumba er í bestu føroysku deildini, og tað er eitt gott avrik í sær sjálvum, men í ár tykist tað, sum at sumbingar ikki hava ta neyðuga yvirskotið at yvirliva. Teir hava fyrr megnað at gera fótbóltsskrivarar bilsnar av teirra avrikum, og tað er heilt vist, at sumbingar ikki gevast at stríðast fyrr enn seinasti dystur er spældur.

Teir hava bæði í hesum og í undanfarnum kappingum víst, at teir plaga at seta seg upp til teir týdningarmiklastu dystirnar. Í ár hava teir vunnið tveir dystir, og tað hevur verið ímóti FS Vágum og B71, sum bæði eru botnlið.

FS Vágar hevur hinvegin prógvað, at teir kunnu klára seg ímóti teimum betru liðunum, tí teir hava vunnið bæði á B68 og GÍ á heimavølli, og tað er har, teir eru serliga vandamiklir. Øll átta stigini eru fingin til vega á heimavølli, meðan allir dystirnir eru taptir á útivølli.

Sumba hevur heldur ikki gjørt nakrar skreytir norðanfyri Krossin, og FS Vágar er avgjørt favorittur at liggja omaná í lagnudystinum móti Sumba.

Sumba eru betri mannaðir nú enn í fyrru hálvu, tá tað var heldur tunnligt við fólki, og ofta vóru trupulleikar at fáa ellivu mans til vega. Dánjal Jóhan Joensen, sum hevur verið við alt árið, er farin til Danmarkar í arbeiðsørindum, so hann verður ikki tøkur. Hinvegin eru tveir aðrir leikarar komnir fyri seg aftur eftir skaða. Talan er um Eirik Joensen, sum hevur verið skaddur seinastu tvær vikurnar, og Páll Magnar Kjærbæk. Páll Magnar varð skurðviðgjørdur í knænum fyri summarsteðgin, og hann er nú til dystin fús aftur. Páll Magnar hevur verið ein av høvuðsstuðlunum á liðnum, síðan teir komu í 1. deild á fyrsta sinni.

Vesturi í Vágunum eru allir menn tøkir uttan Tór-Ingar Akselsen, sum enn ikki er sloppin av við skaðan, hann fekk móti B36 fyri tveimum vikum síðani. Tað er ein dyggur smeitur ikki at hava Tór-Ingar við í hesum dystinum, tí hann er ein av teimum vágamonnunum, sum hevur víst mest í ár, og hann er eisini eitt av landsliðsevnunum hjá Allani Simonsen.

Um Sumba tapir sunnudagin, sær tað sera svart út hjá teimum, men so hava teir B71 vikuna eftir, og har er aftur ein týðandi botnuppgerð. Lagnan hjá sumbingum verður kanska avgjørd í tveimum næstu dystunum.

- Sumba er eitt lið av stríðsmonnum, og vit fara at berjast heilt til síðsta bríksl, sigur venjarin hjá sumbingum, Milan Cimburovic.

Hetta skulu vágamenn eisini hava í huga, tá teir fara á vøllin sunnudagin.