Inntøkutrygd
Á Lønjavningarstovuni, sum húsast á Heykavegi 6 á Hálsi, har Fiskimálaráðið annars heldur til, arbeiða seks fólk.
Stjóri er Hanni Thomsen, sum hevur verið deildarstjóri har seinastu 5-6 árini. Hann hevur annars verið í starvi hjá gamla Lønjavningargrunninum heilt síðan 1975.
Nú politiski viljin er, at øll skipanin við mynstuløn og inntøkutrygd skal broytast og við tíðini leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, reiðarar og fiskimenn, eru tað ikki bara fiskimenn, sum standa spyrjandi.
Tey seks fólkini, sum arbeiða á Lønjavningarstovuni, vita lítið meira um ætlaðu broytingarnar enn tað, sum hoyrist alment í fjølmiðlunum. Tey vita, at landsstýrið hevur sett eina nevnd at arbeiða við tilmæli um broytingar.
- Vit hava skilt, at politiski viljin er, at skipanin, sum vit umsita í dag, skal leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Hanni Thomsen sigur, at hann veit einki at siga um, hvør lagnan hjá teimum seks fólkunum verður, nú ætlanin er, at nýggja skipanin ætlandi skal umsitast av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Spurdur, um starvsfólkini á Lønjavningarstovuni møguliga kundu fingið onkrar aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum, sigur hann, at slíkt hava tey einki hoyrt um.
- Nei, vit vita einki meira um ætlaðu broytingarnar enn tað, sum fjølmiðlarnir bera frá politikarum og teimum, sum í dag eru tengd at arbeiðnum at endurskoða mynstulønarskipanina og inntøkutrygdina, sigur deildarstjórin, Hanni Thomsen.