Í vikuni hava telefonfelagar í Eysturoynni kent seg nervaðar av, at tá roynt hevur verið at fingið fatur í ávísum persóni ella virki, so hevur okkurt heilt annað tikið hornið í hinum endanum av tráðnum.
Sofus Nielsen frá Føroya Tele í Eysturoynni sigur, at frágreiðingin er einføld.
Tá lagt var um frá analogari skipan til digitala, skuldu allir leidningar hittast í Fuglafirði og krossast har.
Hesum hava teir arbeitt við nú í nakrar nætur. Síðstu nátt var síðsta stórarbeiði gjørt. Tá sótu 8 mans og arbeiddu við at krossa og sambinda 15.000 leidningar. Sofus Nielsen heldur, at ikki er løgið, um tað hendir, at onkur villa kemur í, men talan er bert um smærri villur, sum verða rættaðar skjótt. Hann leggur afturat, at lýst hevur verið við, at arbeitt verður uppá telenetið.