Lættari reglar fyri klekingarmammur

Tey Radikalu í Danmark vilja slaka reglarnar fyri møguleikan at fáa barn við klekingarmammum

Tey Radikalu í Danmark vilja slaka reglarnar fyri møguleikan at fáa barn við klekingarmammum. Tað sum á donskum eitur »rugemor«

 

Dansk Folkeparti vil ikki slaka. Vinstri og Javnaðarflokkurin vilja frætta meira um uppskotið.

 

Tey Radikalu í Danmark vilja gera tað lættari fyri pør at fáa børn við hjálp frá eini klekingarmammu. Í einum nýggjum javnstøðuútspæli skjýtur flokkurin upp at slaka í krøvunum, skrivar Kristeligt Dagblad.

 

Bæði Vinstri og Javnaðarflokkurin vilja tosa um slakingar, men Danski Fólkaflokkurin er ivingarsamur.

 

Sambært forkvinnuni hjá teimum Radikalu á tingi, Sofie Carsten Nielsen, snýr tað seg um at javnseta barnleys pør – eisini LGTB-persónar – við onnur sum fáa ymsa hjálp til at fáa børn.

 

Tað snýr seg ikki um, at øll hava rætt til at fáa eitt barn, men øll hava rætt til at fáa møguleikan at royna, sigur hon við Kristeligt Dagblad.

 

– Tað skal vera líka so nógv ein rættur hjá einum LGBT-persóni og barnleysum, sum tað er fyri fólk, sum fáa aðra hjálp fyri gitningarfremjing.

 

Tað er í dag ikki ólógligt at vera ein sonevnd klekingarmamma. Men tað er ólógligt hjá heilsurøktarfólki at hjálpa. Tað vilja tey Radikalu broyta til eina lógliga gitingarfremjing.

 

Sofie Carsten Nielsen vísir í Kristeligt Dagblad til royndir úr Íslandi, har hesin háttur »tykist at virka«.

 

Framsøgufólkið hjá Javnaðarflokkinum í heilsumálum, Flemming Møller Mortensen, er sinnaður at finna ein karm fyri ósjálvsøknum klekingarmóðurskapi – altso bara við eydnuni hjá øðrum fyri eyga.

 

Jane Heitmann, framsøðufólk hjá Vinstra, heitir á tey Radikalu um at kjakast um uppskotið við aðrar flokkar fyri at vita, um tað er tørvur á nágreiningum í reglunum.

 

Framsøgufólkið hjá Danska Fólkaflokkinum í javnstøðumálum er tó avvísandi. Hon heldur, at tað kann skapa nakrar óynsktar støður.

 

– Hvat nú, um kvinnan angrar? Skal hon so tvingast eftir føðingina at lata barn sítt frá sær vísandi til eina avtalu ella sáttmála um klekingarmóðurskap, spyr hon.

 

/ritzau/