Lættari at vera stakur uppihaldari í Føroyum

Barnaískoytið til stakar uppihaldarar hækkar 284 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið

Næsta ár verður tað eitt sindur lættari at vera stakur uppihaldari.

Annika Olsen sigur, at á fíggjarlógini næsta ár verður barnaískoytið til stakar uppihaldarar, hækkað 3.412 krónur fyri hvørt barnið um árið.

Talan er sostatt um eina hækking á góðar 284 krónur fyri hvørt barn um mánaðin og  tilsamans fer hetta at kosta landskassanum fýra milliónir krónur.

Stakir uppihaldarar eru tann bólkurin í samfelagnum, sum er eina ringast fyri, vísir álitið um fátækramarið, sum varð liðugt fyrr í ár.

 

- Frágreiðingin vísti á, at tað at vera fátækur í longri tíð, kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og ta einstøku familjuna. Og tá tað umræður børn, kann sjálvt stutttíðar fátækradømi fáa keðilig árin seinni í lívinum, sigur Annika Olsen.