- Tað skal vera lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.
Nú Løgtingið er farið undir at umrøða frágreiðingina, Løgmaður legði fyri Løgtingið á Ólavsøku, staðfestir Alfred Olsen, framsøgumaður Sambandsfloksins, at samgongan arbeiðir nú við at hækka hámarkið fyri, nær tað skal vera loyvt at fáa útlendska arbeiðsmegi úr ES londum til Føroya.
Í løtuni ber ikki fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, fyrrenn arbeiðsloysið her heima fer niður um 3,5 prosent.
- Men Samgongan og vinnan arbeiða saman um at hækka markið, so at tað verður lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi úr ES londum til Føroya, segði framsøgumaðurin hjá Sambandsflokkinum.
Hvussu langt upp markið skal, segði hann einki um, men hann nevndi, at tað kann verða sett upp á fýra ella fimm prosent.
Hann sigur, at nógvir føroyskir handverkarar eru uttanlands og tá ið stórarbeiði eru í umbúna í Føroyum, er sostatt neyðugt at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin.
Vinnuhúsið hevur leingi víst á, at tað er neyðugt at fáa útlendska arbeiðsmegi her, tí tey føra fram, at trot er á arbeiðsmegi í Føroyum og at tað forðar fyri vøkstri og menning.