Á hvítusunnu gav Sálmabókagrunnurin nýggja sangbók út. Sálmabókagrunnurin er tann, sum tekur sær av útgávu av sangbókini, sum verður brúkt í brøðrasamkomunum. Bókin, sum fyrr í ár varð givin út, ber heitið Nýggja Sangbók við undirheitinum Guds Fólks.
Í bókini eru 1504 sangir. 500 sangir vóru ikki í gomlu bókini, sum varð givin út í 1976.
Nú ætla tey í samkomuni í Siloa í Fuglafirði at skipa fyri sangløtum, har serligur dentur verður lagdur á at læra nýggju sangirnar. Fyrsta sangløtan verður í kvøld kl. 18.










