Læknar ávara ímóti vandamiklum leikutoy

Leikutoy, sum tað er nógv til av í Føroyum, kann elva til óbótandi eygnaskaðar, siga læknar


Tað eigur at verða forboðið at útvega sær lasarapennar at spæla við.

Tað halda danskir eygnalæknar, sum nú ávara ímóti lasarapennum.

Jon Peiter Saunte, eygnalækni á sjúkrahúsinum í Glostrup, sigur við danska Kringvarpið, at seinastu tíðina hava tey fingið fleiri børn á til viðgerar fyri eygnaskaðar, tey hava fingið av at hava fingið eina lasarastrálu í eyguni.

- Hetta er eitt slag av skaðum, sum vit ikki hava sæð áður, sigur eygnalæknin.

Tað eru at kalla onki mark fyri, hvussu kraftigar lasarapennar, tað ber til at keypa og tað er ein møguleiki, nógv hava tikið av.

Eisini í Føroyum er ein ørgrynna av hesum lasarapennunum. Her varð serliga gjørt vart við hetta fyribrigdi herfyri, tá ið flogskiparar hjá Atlantsflogi vórðu órógvaðir av, at onkur í Havn sendi eina lasarastrálu upp ímóti flogfarinum.

Hetta var eitt kvøldið, streymurin var farin og fólk, sum vóru úti, søgdu, at tað var eitt ótal av lasarastrálum at síggja á luftini yvir Havnini.

 

Flogskipararnir vístu á, at hetta kann fáa vanlukkuligar avleiðingar, tí fær flogskipari eina strálu í eyga, kann hann verða blindur, í hvussu so er eina løtu og tað er alt annað enn heppið í einum flogfari í luftini.

 

Men eygnalæknin í Glostrup ávarar um, at tað er ikki bara fyribils, at ein kann missa sjónina av at verða raktur av eini lasarastrálu í eygað.

Har á sjúkrahúsinum hava tey dømi um, at óvitar hava mist eygað, ella eru vorðin partvís blind á einum eyga av lasarastrálum, sum tey ótarnað kunnu keypa á internetinum.

Hann sigur, at tað er ikki bara tá ið ein fær lasarastrálu beint í eyga, at tað kann elva til skaða.

- Tað er líka vandamikið at lýsa í spegl, í vindeyga, ella okkurt av metalli, tí strálan verður kastað aftur og kann raka onkran í eyga

- Summir lasarapennar eru so sterkur, at teir kunnu gera fólk blind upp á 1/10 part av einum sekundi, sigur eygnalæknin.

Og hann leggur afturat, at lasarapennar kunnu elva til álvarsligar skaðar fleiri kilometrar burtur.

Tað ørkymlar hann, at tað ber til at keypa slíkt leikutoy púra ótarnað, tí tað er so vandamikið.

Hann dugir heldur ikki at síggja nakað endamál við slíkum leikutoy, so í hansara hugaheimi er eingin ivi um, at teir skulu bannast.

Nú tosa danskir politikarar um at taka málið upp í ES fyri at fáa eitt felags bann ímóti hesum lasarapennunum, tí nógvir av teimum verða keyptur í ymsum ES londum.