Lækka aldurin á ukrainskum hermonnum úr 27 til 25 ár

Uppskotið um at innkalla fleiri persónar til bardagar kemur, nú kríggj í 22 mánaðir dregur út

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, tosar fyri dønum í Ríkisdagsgarðinum framman fyri høvuðsdyrnar á Christiansborg Slotti í Keypkannahavn 21. august 2023. - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Aldurin fyri ukrainar, sum verða kallaðir inn at gera tænastu í herinum, verður kanska lækkaður úr 27 niður í 25 ár.

Tað sæst í lógaruppskoti, sum er almannakunngjørt á heimasíðuni hjá ukrainska tjóðartinginum, skrivar tíðindastovan Reuters.

Uppskotið kemur, meðan 22 mánaðir langa kríggið móti Russlandi dregur út.

Ein frágreiðandi nota, sum Rustem Umerov, verjumálaráðharri hevur undirskrivað, tekur saman um uppskotið. Har verður sagt, at uppskotið snýr seg um »broytingina av herskyldu aldrinum frá 27 til 25 ár«.

Tað eru tingingar í ukrainsku stjórnini um at fáa enn fleiri herfólk, 450.000 til 500.000, nú kríggið ímóti russisku álopsdeildunum hevur verið í skjótt tvey ár.

Tað er ukrainski herurin, sum hevur skotið upp broytingina. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur enn ikki stuðla uppskotinum alment. Zelenskyj hevur sagt, at evnið er »ógvuliga kensluborið«.

Stjórnin skal samráðast um úrslitið áðrenn tað verður gjørt av, um tjóðartingið skal taka støðu til tað.

19. desember segði forsetin, at hann ynskir at hoyra fleiri grundgevingar fyri at mobilisera enn fleiri fólk.

– Tað er eitt ógvuliga høgt tal, segði Zelenskyj í tí sambandinum.

Tað er ógreitt, hvussu stórur ukrainski herurin er. Áður er upplýst, at hann hevur eina millión hermenn.

Hundraðtúsundtals av ukrainum eru skrásettir sum krígsflóttar í Týsklandi og øðrum evropiskum londum.

Ukraina hevur heitt á ukrainska borgarar í útlondum um at venda heim og verja landið.

/ritzau/

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, tosar fyri dønum í Ríkisdagsgarðinum framman fyri høvuðsdyrnar á Christiansborg Slotti í Keypkannahavn 21. august 2023. - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix